Vel oyðublað í yvirlitinum niðanfyri.
Fyll teigarnar út og send oyðublaðið til LÍV við posti ella til liv@liv.fo
Eru ivamál, ert tú vælkomin at ringja til okkara á tlf.: 31 11 11
Umsøkn um at fáa trygging setta í gjaldskáa.
Tak frymil niður her:
Gjaldskái merkir, at tyggingarparturin er framhaldandi virkin í tíðarskeiðnum. Tryggingar- og umsitingargjaldið verður mótroknað í samansparda virðinum, tá gjaldskáin er lokin.
Gjaldskáin ávirkar sostatt útgjaldið við eftirlønaraldur. Gjaldskái kann játtast, tá tryggingin hevur verið virkin í eitt ár treyta av, at samansparda virðið er nóg høgt til at rinda fyri trygging og umsiting í tíðarskeiðnum, gjaldskáin verður veittur.
Gjaldskái kann í fyrstu atløgu játtast fyri eitt ár. Møguligt er at søkja um longdan gjaldskáa, tá fyrsta árið er lokið.
Víst verður til § 6, stk. 4 í “Almennar tryggingartreytir fyri P/F Tryggingarfelagið LÍV”.