Dátuverndarkunning

Tá ið tú ert kundi í LÍV, hevur LÍV tørv á ávísum upplýsingum um teg, soleðis at vit kunnu umsita tína eftirløn og tryggingar. LÍV er dátuábyrgdari og hevur tískil ábyrgdina fyri at tær upplýsingar, sum vit hava um teg, verða viðgjørdar trygt og í trúnaði sambært teimum lógarreglum, sum vit eru fevnd av. Endamálið við hesi kunning er at upplýsa teg um, hvussu LÍV viðger persónsupplýsingar og hvørji rættindi tú hevur.

Hvat brúka vit upplýsingarnar til?

Vit brúka m.a. upplýsingar um teg, tá ið vit:

  • Stovna og umsita eftirlønarskipan.
  • Veita tænastur í samband við umsiting, t.d. tá ið vit veita ráðgeving um tíni eftirlønar- og tryggingarviðurskifti.
  • Móttaka inngjald og fremja útgjald.
  • Lata upplýsingar til TAKS.

Hvørjar upplýsingar viðgera vit?

Tá ið tú gerst kundi

Vit fáa títt navn, p-tal og upplýsingar um hvørjum sáttmála tú ert sett(ur) eftir, tá ið tín arbeiðsgevari byrjar at gjalda inn til tína eftirlønarskipan. Hesar upplýsingar eru neyðugar fyri at vit kunnu stovna teg sum kunda hjá okkum. Vit viðgera eisini ávísar heilsuupplýsingar, sum vit hava tørv á, fyri at staðfesta um vit kunnu bjóða tær nøktandi tryggingardekning. Vit vilja fegin eisini hava tín teldupost og títt telefonnummar, soleiðis at vit kunnu seta okkum í samband við teg.

Tá ið vit ráðgeva tær

Vit nýta tær upplýsingar, sum vit hava um teg – og biðja teg møguliga um fleiri, um neyðugt – tá ið vit skulu ráðgeva tær um tíni pensjóns- og lívstryggingarviðurskifti.

Tá ið tú fært útgjald

Um tú søkir um útgjald frá tryggingum við hættisliga sjúku ella óarbeiðsføri, so hava vit tørv á ávísum upplýsingum fyri at kunna viðgera tína umsókn. Hetta kann m.a. vera heilsuupplýsingar og tílíkt. Upplýsingarnar fáa vit antin frá tær, tínum lækna ella frá sjúkrahúsinum. Í ávísum førum, so kann tað eisini verða neyðugt hjá okkum at innheinta upplýsingar aðrastaðni frá.

Hvørjum lata vit upplýsingarnar?

Vit víðarilata upplýsingar um teg, um tað er neyðugt fyri umsiting av tínari pensjónsavtalu, fyri at vit kunnu halda eina avtalu við teg, ella um tað er álagt okkum sambært lóg at lata upplýsingarnar víðari. Tá ið vit lata upplýsingar víðari, verður hetta altíð gjørt sambært galdandi lóggávu.

Tá ið vit gjalda út, verða ávísar upplýsingar latnar víðari til bankan, sum t.d. P-tal, upphædd og kontonummar. Vit skulu eisini árliga lata TAKS ávísar upplýsingar.

Vit víðarilata aldrin heilsuupplýsingar hjá tær til onnur, uttan so at tú hevur givið títt samtykki. 

Tíni rættindi

Sambært Dátuverndarlógini kap. 4 hevur tú ávís rættindi í samband við viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Tú kanst altíð fáa upplýst hvørjar upplýsingar vit hava um teg. Haruframt hevur tú rætt til at fáa at vita, hvat upplýsingarnar verða nýttar til, soleiðis at tú kanst tryggja tær at upplýsingarnar, sum vit viðgera um teg eru rættar, og at viðgerðin er lóglig.

Tú hevur rætt til at fáa faktuelt skeivar upplýsingar um teg rættaðar, strika upplýsingar ella at avmarka viðgerðina, um vit hava skeivar upplýsingar um teg, ella um vit ikki hava rætt til at viðgera tær upplýsingarnar um teg. Ein faktuellur feilur er t.d. at vit hava skrásett at høgra bein er brotið, tá ið tað í veruleikanum var vinstra bein, sum var brotið. Ein slíka feil skulu vit rætta. Men um talan er um at vit hava mett, at brotnaða beini ikki førir til varandi óarbeiðsføri, so er tað ikki ein feilur, sum tú kanst krevja at fáa rættaðan.

Um okkara viðgerð er grundað á samtykki, hevur tú altíð rætt til at trekkja títt samtykki aftur og krevja, at upplýsingarnar verða strikaðar. Um so er, at tínar upplýsingar tá longu eru nýttar í eini viðgerð, so er ikki møguligt at broyta viðgerðina, sum er framd.

Tað er altíð møguligt at seta teg í samband við dátuverndarfólki hjá LÍV. Sí niðanfyri.

Striking

Vit goyma bert upplýsingar um teg, so leingi sum tað er neyðugt fyri málsviðgerð og møguligum rættarkrøvum. Tá tørvur ikki er á upplýsingum longur, verða upplýsingarnar strikaðar.

Um upplýsingar verða savnaðar við samtykki sum heimild, verða upplýsingarnar goymdar sambært samtykkinum.

Kann eg klaga?

Tú hevur altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Tú finnur kontaktupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo

Samband við dátuverndarfólki hjá LÍV

Tú kanst seta teg í samband við dátuverndarfólki um tú hevur spurningar um dátuvernd hjá LÍV, ella ynskir kunning um hvussu LÍV viðger persónsupplýsingar ella vilt fremja tíni rættindi sambært dátuverndarlógini.

Tú kanst senda okkara dátuverndarfólki ein teldupost á dpo@liv.fo.