Íløgur & avkast
Íløgupolitikkur felagsins er at spjaða íløgurnar soleiðis, at felagið ikki verður so meint rakt, um ein íløguflokkur ikki gevur nøktandi avkast.
Íløgur og váðin

LÍV virkar við einar lívlagari skipan, sum merkir, at íløgurnar verða gjørdar við atliti til, hvussu stutt er eftir til tín eftirlønaraldur.

Ráðgevingin hjá LÍV er, at íløguváðin hjá tær skal minka so hvørt sum tú nærkast eftirlønaraldrinum og er hetta grundarlagið undir lívlagað skipanini hjá felagnum. LÍVlaga skipanin er samansett av tveimum íløgubólkum og er munurin millum bólkarnar býtið millum láns- og partabrøv.

Myndin til høgru vísur, at er aldurin 55 ár, so verður eftirlønaruppsparingin støðla í íløgubólkin “hægri váða”. Er aldurin hinvegin 64 ár, so fær kundin eitt vektað avkast millum íløgubólkarnar “hægri váða” og “lægri váða”.

Ein lívlagað eftirlønarskipan gevur betri møguleikar at tillaga íløguváðan til einstaka kundan fyri at fáa betri javnvág millum aldur og íløgváðan. 

Íløgupolitikkur felagsins er at spjaða íløgurnar soleiðis, at kundin ikki verður so meint raktur, um ein íløga ella íløguflokku ikki gevur nøktandi avkast.

Íløgusamanseting

Myndirnar omanfyri vísa íløgusamansetingina miðað verður eftir til "Varið".

Myndirnar omanfyri vísa íløgusamansetingina miðað verður eftir til "Miðal".

Myndirnar omanfyri vísa íløgusamansetingina miðað verður eftir til "Høgur".

Myndirnar omanfyri vísa íløgusamansetingina miðað verður eftir til "Partabrøv".

Etiskt og sosialt ráðiligar íløgur

Íløguvirksemið hjá LÍV verður skipað soleiðis, at málið um hægst møguligt avkast verður rokkið, samstundis sum atlit verða tikin til, at íløgurnar eru etiskt og sosialt ráðiligar. 

 

Í avtalum við íløgurøktararnar verður skrivað, at dentur áhaldandi skal leggjast á at halda grundleggjandi mannarættindi. Málið er, at ILO-sáttmálin um ikki at misnýta barnaarbeiði, ikki at gera nýtslu av tvingsilsarbeiði, ikki at gera mismun millum kyn á arbeiðsplássinum og at virða felagafrælsið verður hildin. 

Umframt hetta leggja vit dent á ikki at gera íløgur í feløg, ið framleiða ella menna tyssibumbur, kjarnorkuvápn, landminur ella avgerandi lutir í hesum sambandi. Heldur ikki verða íløgur gjørdar í feløg, hvørs høvuðsvirksemi er tubbaksframleiðsla ella hevur høvuðsinntøku frá hesum virksemi. 

 

Krøv og kunning 

Gerst íløgurøktarin kunnugur við, at felag, ið LÍV hevur gjørt íløgu í, ikki heldur omanfyristandandi reglur, verður boðað tryggingarfeløgunum frá hesum. Harumframt hevur íløgurøktarin skyldu til at boða frá, um ein fyritøka, sum tryggingarfeløgini eiga partabrøv í, gerst partur av almennari atfinning ella er drigin upp í sakarmál av stórum týdningi viðvíkjandi etiskum, sosialum ella umhvørvisligum viðurskiftum, sum hava við atburðin hjá fyritøkuni at gera. 

 

Fult gjøgnumskygni

Fyri at tryggja gjøgnumskygni um partabrævaíløgurnar verður listin við øllum partabrøvum við síðst farna árslok lagdur á heimasíðuna hjá LÍV.

 

Íløguyvirlit pr. 31.12.2020

P/F Tryggingarfelagið LÍV

PF LÍV Lív- og pensjónstryggingarfelag

Vit eru klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,

so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.