Óarbeiðsføri
Óarbeiðsføri kann raka fíggjarliga grundarlagið sera meint.
Vit bjóða tær at tekna eina óarbeiðsføristrygging, sum við einum mánaðarligum útgjaldi kann bøta um fíggjarliga smeitin, um illa vil til.

Trygging við óarbeiðsføri kann teknast fram til 60 ára aldur.

Tryggingarskeiðið kann vera fram til 67 ára aldur.
Munagóður stuðul
Tú hevur rætt til hesa veiting, um arbeiðsorkan verður skerd við 2/3 ella meira. Útgjaldið byrjar 3 mánaðir eftir at óarbeiðsføri er staðfest.
Óarbeiðsførisveiting

Tú hevur rætt til hesa veiting, um arbeiðsorkan verður skerd við 2/3 ella meira. Útgjaldið byrjar 3 mánaðir eftir at óarbeiðsføri er staðfest.

Útgoldið verður so leingi óarbeiðsføri stendur við og tryggjaði er á lívi. Útgjaldið fellur tó burtur, tá avtala tryggingarskeiðið er lokið.   

Árliga tryggingarupphæddin verður goldin út í mánaðarligum veitingum.

 

Inngjaldstrygging

Inngjaldstrygging merkir, at LÍV rindar títt inngjald um arbeiðsorkan verður skerd við 2/3 ella meira.

3 mánaðir eftir, at óarbeiðsførið er staðfest, heldur LÍV fram við inngjaldinum so leingi óarbeiðsføri stendur við. Mesta longdin á hesum tíðarskeiði er í mun til gørdu tryggingarvataluna.

Tá vit hava móttikið tína áheitan, biðja vit um neyðugar upplýsingar hjá sjúkrahúsverkinum og/ella hjá tínum lækna soleiðis, at vit kunnu viðgera málið.

Tú finnur áheitan um veiting undir oyðubløð

Skattur

Goldið verður við skattaðum peningi.

Útgjaldið er skattafrítt.

Oyðublað

Oyðublað at fylla út við fráboða av óarbeiðsføri finnur tú her.

Hetta sendur tú okkum á liv@liv.fo

Tá vit hava móttikið tína áheitan, biðja vit um neyðugar upplýsingar hjá sjúkrahúsverkinum ella tínum lækna, soleiðis at vit kunnu viðgera málið.

 

Vit eru klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,

so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.