Bioanalytikarafelagið
Tak niður sum PDF

VÆLKOMIN

Niðanfyri nevndu feløg bjóða limum sínum trygging og eftirløn í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV.

• Bioanalytikarafelagið

• Ergoterapeutfelagið

• Felagið Føroyskir Radiografar

• Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

• Fysioterapeutfelagið

• Heilsurøktarafelagið

• Kost- og Føðslufelag Føroya

• Ljósmøðrafelag Føroya

Avtalan er galdandi fyri virknar limir, og tekur við, tá byrjað verður í starvi.

Innlimann er treytað av fullum arbeiðsførleika. Er limur settur í tillagað starv, skal hetta fráboðast LÍV.

Tryggingin fellur burtur mánaðin eftir, at tú fyllir 67 ár, um tú ikki longur ert virkin limur ella fer úr starvi.

Verður farið úr skipanini innan eftirlønaraldur, kann framhald av tryggingini avtalast við LÍV.

SAMLAGSTRYGGING

Tryggingarparturin er skipaður sum samlagstrygging og gevur rætt til útgjald:

  • við deyða
  • við ávísum hættisligum sjúkum
  • ískoyti til hoyritól
  • við óarbeiðsføri

Tryggingarskeiðið er fram til fylta 67. ár.

Eitt møguligt útgjald er skattafrítt.

TILSKILAN

Við deyða innan fylta 67. ár, verður tryggingarupphæddin útgoldin sambært tilskilan.

Útgoldið verður til „næsta avvarðandi“, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.

„Næsti avvarðandi“ er í fyrstu atløgu eftirsitandi hjúnafelagi. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til børnini. Eru eingi børn verður útgoldið sambært testamenti/arvalógini.

Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn „næsta avvarðandi“ t.d. sambúgva, skal hetta fráboðast LÍV skrivliga.

Skjalið „Broyting av tilskilan“ finnur tú liv.fo/tilskilan

Tryggingar

Við deyða

Útgoldið verður til tann/tey, ið skrásett eru sum tilskilað.

Tryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð.

Útgoldið verður uttan mun til, um deyðin skyldast sjúku ella vanlukku.

Upphæddin verður útgoldin í mun til aldur, sum víst niðanfyri.

Ávísar hættisligar sjúkur

Útgoldið verður, um

  • ella
  • børn undir 18 ár

verða rakt av “ávísari hættisligari sjúku”.

Nærri ásetingar og listin yvir fevndar sjúkur er at finna í tryggingartreytunum.

Ískoyti til hoyritól

Fært tú almennan stuðul til hoyritól, hevur tú eisini rætt til útgjald frá LÍV.

LÍV rindar í mun til almenna stuðulin og veruliga kostnaðin.

Endurgoldið verður upp til           kr. 4.000 fyri hvørt hoyritólið.

Við óarbeiðsføri

Verður arbeiðsorkan skerd við 2/3 ella meira, fellur tryggingargjaldið burtur aftaná 3 mánaða óarbeiðsføri.

Eftir hetta rindar LÍV eftirlønargjaldið, so leingi óarbeiðsførið stendur við, um neyðugt heilt fram til ásetta pensjónsaldurin. Tó í mesta lagi 3 ár fyri samlagstryggingina.

Stendur óarbeiðsførið við eftir 3 mánaðir, verður afturat hesum útgoldin ein mánaðarlig tryggingarveiting.

Við deyða
Skattafrí upphædd
14-49 ár
kr. 800.000
50-59 ár
kr. 700.000
60-66 ár
kr. 600.000
Ávísar hættisligar sjúkur
Skattafrí upphædd
Limur
kr. 150.000
Børn u/18 ár
kr. 150.000
Við óarbeiðsføri
Skattafrí veiting
Mánaðarlig veiting á 240% av inngjaldinum eftir skatt
LÍV rindar eftirlønargjaldið
Innlit

Kundaportalur

Á kundaportali okkara "Mítt LÍV" fært tú innlit í uppsparing, persónligar tryggingar, samlagstrygging, inngjøld og teknisku uppgerðina.

Kundaportalin finnur tú á www.liv.fo

Ritast kann inn við Samleikanum

Hevur tú ikki Samleikan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

 

Lív Pensjón

Nú kanst tú velja tað váðastøðið, tú vilt hava. Men hav í huga, at størri váðastøðið er, størri er væntaða avkastið, men samsvarandi er váðin størri.

Uppsparingin verður sett í virðisbrøv og rentað við marknaðarrentu. LÍV virkar við einari lívligari skipan, sum merkir at íløgurnar verða gjørdar við atliti til, hvussu stutt er eftir til tín eftirlønaraldur.
Ráðgevingin hjá LÍV er, at íløguváðin hjá tær skal minka so hvørt sum tú nærkast eftirlønaraldrinum.

Vit hava hollar royndir og kunnu ráðføra tær í øllum eftirlønarspurningum.

Les meira um váðastøðini liv.fo/uppsparing.

 

 

 

Ráðgeving
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn

Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo
www.liv.fo

Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00