Uppsparing og váðastøði
Nú kanst tú velja tað váðastøði, tú vilt hava.

Størri váðistøði er, størri er væntaða avkastið, men samsvarandi er váðin størri.

Gert tú einki, verður tú verandi á “miðal”.
Vit hava hollar royndir og kunnu ráðføra tær í øllum eftirlønar spurningum.
Vel títt váðastøði

Øll skulu spara saman til okkara eftirløn, og nú kanst tú velja tað váðastøði, tú vilt hava.

Tú kanst velja ímillum fýra ymisk váðastøði. Tey eru úr lítlum váða upp í stóra váða, og tú kanst altíð broyta váðastøðið uttan kostnað. Útgangsstøðið er, at allir kundar byrja við miðal váða.

Í høvuðsheitum sveiggja tær meiri váðafullu íløgurnar, t.d. partabrøvini, mest í virði, men afturfyri geva partabrøvini størri avkast sum frá líður. Lánsbrøvini sveiggja minni, tí váðin er minni og tryggjar støðufesti í íløgusamansetingini.

Hvørt váðin er stórur ella varin hongur saman við, at peningurin er settur í partabrøv ella lánsbrøv. Blandar tú bæði partabrøv og lánsbrøv, er tað býtið teirra millum, sum er avgerandi fyri váðan.

Vel eitt váðastøði, ið hóskar til tín.

Hvat skal eg gera?

Set teg í samband við okkum, um tú vilt broyta til annað váðastøði, ella um tú vilt frætta meira um tínar møguleikar. Eisini ber til at velja eitt váðastøði, ið hóskar til tín og send oyðublaðið inn til okkara.

Váðastøði - Oyðublað
Váðastøði

varið

Miðað verður eftir, at uppsparda virðið verður sett í íløgur soleiðis:
55% lánsbrøv
45% partabrøv og alternativar íløgur

Profilurin hevur lutfalsliga stóran part av lánsbrøvum. Profilurin hevur avmarkaðan váða, men væntandi eisini minni avkast. Tá ið 15 ár eru eftir, til pensjónin verður útgoldin, lækkar íløguváðin árliga.

Váðastøði

miðal

Miðað verður eftir, at uppsparda virðið verður sett í íløgur soleiðis:
35% lánsbrøv
65% partabrøv og alternativar íløgur

Profilurin liggur millum "Varið" og "Høgt" váðastøði. Væntaða avkastið og váðin eru tí eisini millum teir nevndu profilarnar. Tá ið 15 ár eru eftir, til pensjónin verður útgoldin, minkar íløguváðin árliga.

Váðastøði

høgt

Miðað verður eftir, at uppsparda virðið verður sett í íløgur soleiðis:
15% lánsbrøv
85% partabrøv og alternativar íløgur

Profilurin hevur tann størsta partin av partabrøvum og øðrum íløgum. Profilurin hevur eitt stórt væntað avkast, men eisini ein stóran váða. Tá ið 15 ár eru eftir, til pensjónin verður útgoldin, minkar íløguváðin árliga.

Váðastøði

partabrøv

Miðað verður eftir, at uppsparda virðið verður sett í íløgur soleiðis:
100% partabrøv

Profilurin hevur bara partabrøv og aðrar íløgur. Profilurin hevur tí tað størsta væntaða avkastið, men samsvarandi eisini nógv tann størsta váðan. Váðin minkar ikki, sama hvat ár talan er um til útgjald.

Váðin minkar, so hvørt eftirlønaraldur nærkast

Váðin fer at minka 15 ár áðrenn eftirlønaraldur. Partabrævaparturin minkar árliga fyri at minka um váðan, so hvørt tú nærkast pensjónsaldri, og parturin av lánsbrøvum veksur samsvarandi.

Hvat skal eg gera?

Set teg í samband við okkum, um tú vilt broyta til annað váðastøði, ella um tú vilt frætta meira um tínar møguleikar. Eisini ber til at velja eitt váðastøði, ið hóskar til tín og send oyðublaðið inn til okkara.

Ásett avtala
Sambært avtalu við fakfelag ella arbeiðsgevara.
Ásett eftirlønarinngjald
Íløguprofilur (Vágin og íløguslag)
Er skaðin hendur ert tú dekkaður sambært avtalu
Ískoyti
Tillaga eftir tínum tørvi.
Hækka títt inngjald
Ásett ein annan íløguprofil
Tillaga tína trygging til tín tørv. Inngjaldstryggingin dekkar títt inngjald so leingi tú ert óarbeiðsførur
Tín arbeiðsgevari ella fakfelag hevur tryggja tær eina avtalu við LÍV. Tú kanst velja at leggja eitt ískoyti afturat og tillaga títt inngjald.
Inngjald

Inngjøld eftir 01.01.2014 verða skattað við inngjald og útgjaldið er sostatt skattafrítt.

Pr. 01.01.2019 er eftirlønarskatturin ásettur til 30-40% av inngjaldinum.
Útgoldið verður í tráð við ásetingar í Eftirlønarlógini

Inngjøld fram til 1. januar 2014 - og rentan av hesum virði - fylgja teimum avtalum um útgjald, sum gjørdar eru frammanundan.

Útgoldið verður í tráð við ásetingarnar í Rentutryggingarlógini.

Ársinntøka
Skattskyldu inntøku ímillum
Eftirlønarskatturin
Procent av samlaða inngjaldinum
kr. 0
-
kr. 235.000
30,0
kr. 235.000
-
kr. 240.000
30,5
kr. 240.000
-
kr. 245.000
31,0
kr. 245.000
-
kr. 250.000
31,5
kr. 250.000
-
kr. 255.000
32,0
kr. 255.000
-
kr. 260.000
32,5
kr. 260.000
-
kr. 265.000
33,0
kr. 265.000
-
kr. 270.000
33,5
kr. 270.000
-
kr. 275.000
34,0
kr. 275.000
-
kr. 280.000
34,5
kr. 280.000
-
kr. 285.000
35,0
Ársinntøka
Skattskyldu inntøku ímillum
Eftirlønarskatturin
Procent av samlaða inngjaldinum
kr. 285.000
-
kr. 290.000
35,5
kr. 290.000
-
kr. 295.000
36,0
kr. 295.000
-
kr. 300.000
36,5
kr. 300.000
-
kr. 305.000
37,0
kr. 305.000
-
kr. 310.000
37,5
kr. 310.000
-
kr. 315.000
38,0
kr. 315.000
-
kr. 320.000
38,5
kr. 320.000
-
kr. 325.000
39,0
kr. 325.000
-
kr. 330.000
39,5
kr. 330.000
-
kr. 0
40,0
Útgjald
Broytingar eru gjørdar Rentutryggingarlógin seinastu árini, hetta kann hava ávirkan á, um títt útgjald verður skatta ella ikki - sí yvirlitið niðanfyri.
Fram til og við 31.12.2011
Samansparing og renta, sum stavar frá inngjøldunum í hesum tíðarskeiði verður útgoldin í tráð við ásetingar í Rentutryggingarlógini.
Avgjald/skattur verður frároknað í samband við útgjald.
Frá 01.01.2012 til og við 31.12.2013
Samansparing og renta, sum starvar frá inngjøldum í hesum tíðarskeiði verður útgoldin í tráð við ásetingar í Rentutryggingarlógini.
Útgjaldið er skattafrítt.
Frá 01.01.2014 og frameftir
Samansparing og renta, sum stavar frá inngjøldum í hesum tíðarskeiði verður útgoldin í tráð við ásetingar í Eftirlønarlógini. Útgjaldið kann samansetast sum víst niðanfyri.
Útgjaldið er skattafrítt.
Kapitalútgjald
Í mesta lagi 15% av samanspardu eftirlønini kann gjaldast úti einum.
Lutaeftirløn
Í mesta lagi 55% av samanspardu eftirlønini kann gjaldast út sum Lutaeftirløn, ið verður goldin út í eins stórum lutum mánaðarliga í eitt tíðarskeið, sum er minst 10 ár.
Lívrenta
Í minsta lagi 45% av samanspardu eftirlønini skal gjaldast út sum Lívrenta. Útgoldið verður mánaðarliga, frá tú fyllir 67 ár, og so leingi tú ert á lívi.
Útgjald við deyða í inngjaldingartíðini.

Inngjøld eftir 01.01.2014: Uppsparda virðið verður útgoldið til næsta avvarðandi, uttan so at onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.

Inngjøld fram til og við 31.12.2013 verða útgoldin sambært tilskilan.