Føroya Handverksmeistarafelag
Tak niður sum PDF

VÆLKOMIN

Føroya Handverksmeistarafelag bjóðar limum sínum trygging í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV.

Einstaki handverksmeistarin útgreinar hvørji starvsfólk eru fevnd av tryggingini.

Innliman er treytað av fullum arbeiðsførleika.

Tryggingin fellur burtur mánaðin eftir, at tú fyllir 67 ár.

Verður farið úr skipanini innan eftirlønaraldur, kann framhald av tryggingini avtalast við LÍV.

SAMLAGSTRYGGING

Tryggingin er skipað sum samlagstrygging og gevur rætt til útgjald:

• við deyða

• við ávísum hættisligum sjúkum

Tryggingarskeiðið er fram til fylta 67. ár.

Eitt møguligt útgjald er skattafrítt.

TILSKILAN

Við deyða innan fylta 67. ár, verður tryggingarupphæddin útgoldin sambært tilskilan.

Útgoldið verður til „næsta avvarðandi“, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.

„Næsti avvarðandi“ er í fyrstu atløgu eftirsitandi hjúnafelagi. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til børnini. Eru eingi børn verður útgoldið sambært testamenti/arvalógini.

Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn „næsta avvarðandi“ t.d. sambúgva, skal hetta fráboðast LÍV skrivliga.

Skjalið „Broyting av tilskilan“ finnur tú liv.fo/tilskilan

Tryggingar

Við deyða

Útgoldið verður til tann/tey, ið skrásett eru sum tilskilað.

Tryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð.

Útgoldið verður uttan mun til, um deyðin skyldast sjúku ella vanlukku.

Ávísar hættisligar sjúkur

Útgoldið verður, um

  • ella
  • børn undir 18 ár

verða rakt av “ávísari hættisligari sjúku”.

Nærri ásetingar og listin yvir fevndar sjúkur er at finna í tryggingartreytunum.

Óarbeiðsføri

Verður arbeiðsorkan skerd við 2/3 ella meira, fellur tryggingargjaldið burtur aftaná 3 mánaða óarbeiðsføri.

Eftir hetta rindar LÍV tryggingargjaldið so leingi óarbeiðsførið stendur við. Tó í mesta lagi 3 ár.

Við deyða
Skattafrí upphædd
14-49 ár
kr. 500.000
50-54 ár
kr. 400.000
55-66 ár
kr. 300.000
Ávísar hættisligar sjúkur
Skattafrí upphædd
Limur
kr. 125.000
Børn u/18 ár
kr. 125.000
Við óarbeiðsføri
-
LÍV rindar eftirlønargjaldið
Innlit

Kundaportalur

Á kundaportali okkara "Mítt LÍV" fært tú innlit í uppsparing, persónligar tryggingar, samlagstrygging, inngjøld og teknisku uppgerðina.

Kundaportalin finnur tú á www.liv.fo

Ritast kann inn við Samleikanum

Hevur tú ikki Samleikan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

 

Samband

Føroya Handverksmeistarafelag

Limafeløg:

  • Havnar Handverksmeistarafelag
  • Meistarafelagið í Klaksvík
  • Eysturoyar Handverksmeistarafelag
  • Suðuroyar Handverksmeistarafelag
  • Vága Handverksmeistarafelag

Felagið er limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Einstøku virkini eru eisini limir og hava atgongd til allar tænastur hjá Vinnuhúsinum.

 

Ráðgeving
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn

Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo
www.liv.fo

Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00