VÆLKOMIN
Moderniseringsstyrelsen bjóðar vegna
• Offentligt Ansattes Organisation
• Akademikerne
• Lærernes Centralorganisation
• Centralorganisationen af 2010 CO10
limum í nevndu feløgum trygging og eftirløn í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV.
Avtalan er galdandi fyri virknar limir, og tekur við, tá byrjað verður í starvi.
Innlimann er treytað av fullum arbeiðs-førleika. Arbeiðsgevarin váttar arbeiðs-førið.
Tryggingin fellur burtur mánaðin eftir, at tú fyllir 67 ár, um tú ikki longur ert virkin limur ella fer úr starvi.
SAMLAGSTRYGGING
Tryggingarparturin er skipaður sum samlagstrygging og gevur rætt til útgjald:
- við deyða
- við ávísum hættisligum sjúkum
- við óarbeiðsføri
Tryggingarskeiðið er fram til fylta 67 ár.
Eitt møguligt útgjald er skattafrítt
TILSKILAN
Við deyða innan fylta 67. ár, verður tryggingarupphæddin útgoldin sambært tilskilan.
Útgoldið verður til „næsta avvarðandi“, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.
„Næsti avvarðandi“ er í fyrstu atløgu eftirsitandi hjúnafelagi. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til børnini. Eru eingi børn verður útgoldið sambært testamenti/arvalógini.
Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn „næsta avvarðandi“ t.d. sambúgva, skal hetta fráboðast LÍV skrivliga.
Skjalið „Broyting av tilskilan“ finnur tú liv.fo/tilskilan
Við deyða
Útgoldið verður til tann/tey, ið skrásett eru sum tilskilað.
Tryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð.
Útgoldið verður uttan mun til, um deyðin skyldast sjúku ella vanlukku.
Upphæddin verður útgoldin í mun til aldur, sum víst niðanfyri.
Børn undir 21 ár:
Afturat upphæddini við deyða verður útgoldin ein mánaðarlig veiting til hvørt barni sær fram til fylta 21 ár.
Ávísar hættisligar sjúkur
Útgoldið verður, um
- tú ella
- børn undir 18 ár
verða rakt av "ávísari hættisligari sjúku".
Nærri ásetingar og listin yvir fevndar sjúkur er at finna í tryggingartreytunum.
Við óarbeiðsføri
Verður arbeiðsorkan skerd við 2/3 ella meira, fellur tryggingargjaldið burtur aftaná 3 mánaða óarbeiðsføri.
Eftir hetta rindar LÍV eftirlønargjaldið, so leingi óarbeiðsførið stendur við, um neyðugt heilt fram til ásetta pensjónsaldurin.
Stendur óarbeiðsførið við eftir 3 mánaðir, verður afturat hesum útgoldin ein mánaðarlig tryggingarveiting, ið svarar til 40% av pensjónsgevandi løn.
Kundaportalur
Á kundaportali okkara "Mítt LÍV" fært tú innlit í uppsparing, persónligar tryggingar, samlagstrygging, inngjøld og teknisku uppgerðina.
Kundaportalin finnur tú á www.liv.fo
Ritast kann inn við Samleikanum
Hevur tú ikki Samleikan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.
LÍV Pensjón
Nú kanst tú velja tað váðastøðið, tú vilt hava. Men hav í huga, at størri váðastøðið er, størri er væntaða avkastið, men samsvarandi er váðin størri.
Uppsparingin verður sett í virðisbrøv og rentað við marknaðarrentu. LÍV virkar við einari lívligari skipan, sum merkir at íløgurnar verða gjørdar við atliti til, hvussu stutt er eftir til tín eftirlønaraldur.
Ráðgevingin hjá LÍV er, at íløguváðin hjá tær skal minka so hvørt sum tú nærkast eftirlønaraldrinum.
Vit hava hollar royndir og kunnu ráðføra tær í øllum eftirlønarspurningum.
Les meira um váðastøðini liv.fo/uppsparing
P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn
Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo
www.liv.fo
Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00