Hevur fakfelagið tú ert í, trygging til hoyritól, hava vit tørv á eini kvittan til afturrindan av hesum.
Á hesa kvittan skalt tú upplýsa navn, føðidato og p-tal, fakfelag, konto nummar og telefon nummar.
Hetta kanst tú senda til okkum á liv@liv.fo ella við at koma á gátt hjá okkum á Kopargøtu 1 í Tórshavn.
Gjaldskái merkir, at rætturin til trygging heldur áfram, hóast inngjaldið steðgar. Gjaldið fyri tryggingarpartin verður mótroknað í uppsparda virðinum á eftirlønini. Fleiri fakfeløg hava í sínum avtalum, at tað sjálvvirkandi verður veittur gjaldsskái í tilsamans 1 ár. Set teg í samband við okkum, um tú ert í iva ella ynskir nærri frágreiðing.
Tú eigur at hugsa um tilskilan soleiðis, at eitt møguligt útgjald við deyða, verður í tráð við tíni ynskir.
Heilsuváttan verður nýtt fyri at seta øll tey tryggjaðu so javnt sum gjørligt í tryggingarhøpi. Við innliman meta vit um váðan og áseta treytir og gjald í mun til tær upplýsingar, sum standa í heilsuváttanini.
Tað ber til at flyta hesa uppsparing heim til Føroyar. Tað verður í fyrstu at atløgu rinda avgjald til danska statin á 60%, og síðani verða 40% flutt heim til Føroyar. Tá hesin peningur er settur inn aftur á eina eftirlønarskipan í Føroyum, søkir tú - umvegis TAKS - um at fáa danska avgjaldið afturrindað og flutt inn á tína eftirløn. Hevur tú búð og skattað í Føroyum, meðan inngoldið er til donsku skipanina, verður alt avgjaldið endurrindað. Hevur tú búð part av tíðini í Danmark, verður endurrindað lutfalsliga í mun til tíðina, tú hevur búð í Danmark. Vit hjálpa tær fegin at kanna eftir, hvør nágreiniliga støðan er í tínum føri.
Vit seta okkum í samband við teg, tá dagurin nærkast. Tá verður greitt frá, hvussu útgjaldið er skipað, og vit spyrja teg, hvar peningurin skal flytast.
Sorinskrivarin boðar okkum frá í sambandi við øll andlát í Føroyum. Við deyða verður útgoldið til tann, tú hevur tilskilað á tryggingini. Skal upphæddin flytast til búgvið, verður hetta gjørt í samstarvi við Sorinskrivarin.
Tú hevur rætt til hesa veiting, um arbeiðsorkan er skerd við 2/3 ella meira. Útgjaldið byrjar 3 mánaðir eftir, at óarbeiðsførið er staðfest. Tú finnur áheitan um útgjald undir oyðubløð. Tá vit hava móttikið tína áheitan, biðja vit um neyðugar upplýsingar hjá sjúkrahúsverkinum ella tínum lækna, soleiðis at vit kunnu viðgera málið.
Inngjaldstrygging merkir, at gjaldið fellur burtur um, arbeiðsorkan verður skerd við 2/3 ella meira. Gjaldið fellur burtur 3 mánaðir eftir at óarbeiðsføri er staðfest, og LÍV rindar hetta, so leingi óarbeiðsføri stendur við.
Mesta longdin á hesum tíðarskeiði er í mun til gjørdu tryggingaravtaluna. Tú finnur áheitan um veiting undir oyðubløð. Tá vit hava móttikið tína áheitan, biðja vit um neyðugar upplýsingar hjá sjúkrahúsverkinum ella tínum lækna, soleiðis at vit kunnu viðgera málið.
Á kundaportali okkara "Mítt LÍV" fært tú innlit í uppsparing, persónligar tryggingar, samlagstrygging, inngjøld og teknisku uppgerðina.
Ritast kann inn við Samleikanum.
Hevur tú ikki Samleikan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.
Hesar sjúkuavgerðir (diagnosur) er fevndar av tryggingini. Tú finnur áheitan um hesa veiting undir oyðubløð. Tá vit hava móttikið tína áheitan, biðja vit um neyðugar upplýsingar hjá sjúkrahúsverkinum ella tínum lækna, soleiðis at vit kunnu viðgera málið.