Ávísar hættisligar sjúkur
Fyri at lætta um fíggjarliga, um tú ella børn tíni verða rakt av hættisligari sjúku, bjóða vit tær at tekna eina trygging, sum gevur rætt til útgjald eftir nærri ásettum reglum.
Tryggingin

Verður tú ella barn undir 18 ár rakt av hættisligari sjúku, verður ein avtalað upphædd útgoldin í einum.

Tað er tú, sum gert av, hvussu peningurin verður brúktur.

Upphæddin kan t.d. geva ein fíggjarligan skáa fyrstu tíðina ella nýtast til serliga viðgerð, hjálpitól ella annað, sum kann lætta um í støðuni.

Útgjaldið er skattafrítt.

Tryggingarupphæddir

Veljast kann millum:

                           Dømi 1        Dømi 2

Tryggjaði                   kr. 125.000        kr. 200.000

Børn undir 18 ár       kr. 125.000        kr. 150.000

 

Hvørjar sjúkur eru fevndar?

Ásett er í tryggingartreytunum hvørjar sjúkur/sjúkuavgerð eru fevndar av tryggingini og hvørjar reglurnar eru fyri útgjaldi.
Tryggingin ávísar hættisligar sjúkur verður altíð tekna saman við eini lívstrygging.

Hevur tú spurningar ella ynskir tú nærri frágreiðing, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

Vit eru klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,

so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.