VÆLKOMIN
Havnar Handverkarafelag saman við niðanfyri nevndu fakfeløgum bjóða limum sínum trygging í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV.
• Havnar Handverkarafelag
• Vágs Handverkarafelag
• Tvøroyrar Handverkarafelag
• Skála Handverkarafelag
• Grafiska Yrkisfelagið
Avtalan er galdandi fyri virknar limir og skrivstovufólk hjá fakfeløgunum
Innliman er treytað av fullum arbeiðsførleika. Er limur settur í tillagað starv, skal hetta fráboðast LÍV.
Tryggingin fellur burtur mánaðin eftir, at tú fyllir 67 ár.
Verður farið úr skipanini innan eftirlønaraldur, kann framhald av tryggingini avtalast við LÍV.
SAMLAGSTRYGGING
Tryggingin er skipað sum samlagstrygging og gevur rætt til útgjald:
• við deyða
• við ávísum hættisligum sjúkum
• til hoyritól
Tryggingarskeiðið er fram til 67. ár.
Eitt møguligt útgjald er skattafrítt.
TILSKILAN
Við deyða innan fylta 67. ár, verður tryggingarupphæddin útgoldin sambært tilskilan.
Útgoldið verður til “næsta avvarðandi”, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.
“Næsti avvarðandi” er í fyrstu atløgu eftirsitandi hjúnafelagi. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til sambúgva. Er eingin sambúgvi, verður útgoldið til børn. Eru eingi børn verður útgoldið sambært testamenti/arvalógini.
Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn "næsta avvarðandi", skal hetta fráboðast LÍV skrivliga.
Skjalið “Broyting av tilskilan" finnur tú liv.fo/tilskilan
Við deyða
Útgoldið verður til tann/tey, ið skrásett eru sum tilskilað.
Tryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð. Útgoldið verður uttan mun til, um deyðin skyldast sjúku ella vanlukku.
Afturat tryggingarupphæddini við deyða verða kr. 35.000,- útgoldnar til hvørt barnið sær undir 21 ár.
Ávísar hættisligar sjúkur
Útgoldið verður, um
• tú ella
• børn undir 18 ár
verða rakt av “ávísari hættisligari sjúku”.
Nærri ásetingar og listin yvir fevndar sjúkur er at finna í tryggingartreytunum.
Ískoyti til hoyritól
Fært tú almennan stuðul til hoyritól, hevur tú eisini rætt til útgjald frá LÍV.
LÍV rindar í mun til almenna stuðulin og veruliga kostnaðin.
Óarbeiðsføri
Verður arbeiðsorkan skerd við 50% ella meira fellur tryggingargjaldið burtur aftaná 3 mánaða óarbeiðsføri.
Eftir hetta rindar LÍV tryggingargjaldið so leingi óarbeiðsførið stendur við.
Tó í mesta lagi fram til fylta 67 ár.
Kundaportalur
Á kundaportali okkara "Mítt LÍV" fært tú innlit í tíni tryggingarviðurskifti.
Kundaportalin finnur tú á www.liv.fo
Ritast kann inn við Samleikanum
Hevur tú ikki Samleikan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.
P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn
Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo
www.liv.fo
Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00