Havnar Handverkarafelag
Tak niður sum PDF

VÆLKOMIN

Havnar Handverkarafelag saman við niðanfyri nevndu fakfeløgum bjóða limum sínum trygging í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV.

• Havnar Handverkarafelag

• Vágs Handverkarafelag

• Tvøroyrar Handverkarafelag

• Skála Handverkarafelag

• Grafiska Yrkisfelagið

Avtalan er galdandi fyri virknar limir og skrivstovufólk hjá fakfeløgunum

Innliman er treytað av fullum arbeiðsførleika. Er limur settur í tillagað starv, skal hetta fráboðast LÍV.

Tryggingin fellur burtur mánaðin eftir, at tú fyllir 67 1/2 ár.

Verður farið úr skipanini innan eftirlønaraldur, kann framhald av tryggingini avtalast við LÍV.

SAMLAGSTRYGGING

Tryggingin er skipað sum samlagstrygging og gevur rætt til útgjald:

• við deyða

• um hjúnafelagi/sambúgvi* doyr

• við ávísum hættisligum sjúkum

• til hoyritól

• lokaupphædd

* Sambúgvi:

• búgva saman og hava, vænta ella hava átt barn saman.

• ella hava búð saman sum í hjúnalagi seinastu 2 árini undan deyðadegnum.

Tryggingarskeiðið er fram til 67 1/2 ár.

Eitt møguligt útgjald er skattafrítt.

TILSKILAN

Við deyða innan fylta 67 1/2 ár, verður tryggingarupphæddin útgoldin sambært tilskilan.

Útgoldið verður til “næsta avvarðandi”, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.

“Næsti avvarðandi” er í fyrstu atløgu eftirsitandi hjúnafelagi. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til sambúgva. Er eingin sambúgvi, verður útgoldið til børn. Eru eingi børn verður útgoldið sambært testamenti/arvalógini.

Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn "næsta avvarðandi", skal hetta fráboðast LÍV skrivliga.

Skjalið “Broyting av tilskilan" finnur tú liv.fo/tilskilan

Tryggingar

Við deyða

Útgoldið verður til tann/tey, ið skrásett eru sum tilskilað.

Tryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð. Útgoldið verður uttan mun til, um deyðin skyldast sjúku ella vanlukku.

Afturat tryggingarupphæddini við deyða verða kr. 35.000,- útgoldnar til hvørt barnið sær undir 21 ár.

Hjúnafelagi/sambúgvi:

Doyr hjúnafelagi/sambúgvi, verður hálv tryggingarupphædd útgoldin.

(Ikki galdandi fyri útgjald til børn.)

Ávísar hættisligar sjúkur

Útgoldið verður, um

ella

børn undir 18 ár

verða rakt av “ávísari hættisligari sjúku”.

Nærri ásetingar og listin yvir fevndar sjúkur er at finna í tryggingartreytunum.

Ískoyti til hoyritól

Fært tú almennan stuðul til hoyritól, hevur tú eisini rætt til útgjald frá LÍV.

LÍV rindar í mun til almenna stuðulin og veruliga kostnaðin.

Endurgoldið verður upp til                kr. 4.000 fyri hvørt hoyritólið.

Óarbeiðsføri

Verður arbeiðsorkan skerd við 50% ella meira fellur tryggingargjaldið burtur aftaná 3 mánaða óarbeiðsføri.

Eftir hetta rindar LÍV tryggingargjaldið so leingi óarbeiðsførið stendur við.

Tó í mesta lagi fram til fylta 67 1/2 ár.

Lokaupphædd

Eftir neyvari ásetingum hjá Havnar Handverkarafelag o.fl. verður upphæddin útgoldin í einum, tá tú verður 67 1/2 ár.

Fult útgjald krevur í minsta lagi 10 ára limaskap í fakfelagnum. Seinastu 5 árini, fram til útgjald, skulu vera uttan íhald.

Er ásetingin um 10 ára limaskap ikki uppfylt, kann eftir nærri ásetingum hjá Havnar Handverkarafelag o.fl. gjaldast út ein lægri upphædd. Kravið um áhaldandi 5 ára limaskap, fram til útgjald, skal tó vera uppfylt. Minsta upphæddin er kr. 50.000.

Við deyða
Skattafrí upphædd
Tryggingarupphædd
kr. 550.000
Til børn u/21 ár
kr. 35.000
Hjúnafelagi/sambúgvi
kr. 275.000
Ávísar hættisligar sjúkur
Skattafrí upphædd
Limur
kr. 130.000
Børn u/18 ár
kr. 130.000
Við óarbeiðsføri
LÍV rindar tryggingargjaldið
Full lokaupphædd
Skattafrí upphædd
2021
kr. 100.000
Innlit

Kundaportalur

Á kundaportali okkara "Mítt LÍV" fært tú innlit í tíni tryggingarviðurskifti.

Kundaportalin finnur tú á www.liv.fo

Ritast kann inn við Samleikanum

Hevur tú ikki Samleikan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

 

 

 

Ráðgeving
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn

Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo
www.liv.fo

Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00