Umboðsráðið

Tað er kundin, sum eigur Tryggingarfelagið LÍV umvegis Ognarfelagið LÍV og P/F Fakfelag 


Málsetningurin er áhaldandi at veita eina góða tænastu og bera vinningin aftur gjøgnum góðar tryggingar, lágan rakstrarkostnað og eitt gott avkast á eftirlønaruppsparingini. 


Allir tryggingartakarar í LÍV hava rætt at stilla upp til Umboðsráðið hjá LÍV

Umboðsráðsvalið 2022/2023

Nú kanst tú mynda framtíðina hjá Føroya størsta lívstryggingar- og eftirlønarfelag. Tað stendur tær nú í boði at gerast valevni til Umboðsráðið hjá Ognarfelagnum LÍV.

Ognarfelagið LÍV eigur 50% av Tryggingarfelagnum LÍV.

Umboðsráðsvalið fer fram í januar 2023.

Melda teg sum valevni

Ynskir tú at bjóða teg fram sum valevni? 

Tak uppstilligarskjalið niður her:

LÍV Uppstillingarskjalið 2022.pdf

Freistin at stilla upp er til og við 15. desember 2022.

Ásetingar í sambandi við uppstilling:

  • Tú ert kundi í LÍV
  • Hevur 5 stillarar. Stillarar skulu vera kundar í LÍV
  • Ert ikki í starvi ella í nevnd/umboðsráði hjá fyritøku, sum kappast við LÍV

Tú ert eisini vælkomin inn á gólvið hjá LÍV eftir einum uppstillingarskjalið.

Um LÍV

Føroya Lívstrygging varð sett á stovn við løgtingslóg 10. oktober 1966.

Virksemið hjá felagnum byrjaði 1. januar 1967. Føroya Lívstrygging hevur síðan byrjan virkað sum eitt sjálvstøðugt felag. Hóast hetta hevði Føroya Lívstrygging fram til 1998 eitt tætt tilknýti til Tryggingarsambandið Føroyar, og feløgini høvdu somu stjórn og nevnd. Frá 1998 minkaði tilknýtið niður í nærum einki og Føroya Lívstrygging fekk egna stjórn og nevnd.

Les meira her

Málsetningur

Okkara mál er at veita eina góða tænastu til fakfeløg, vinnufyritøkur og einstaklingar. Vit ynskja, at vera fyrsta valið hjá føroyingum, tá tað snýr seg um at tekna eina persónstrygging og/ella at gera eina virðisgevandi uppsparing til eftirlønaraldur.

Í virksemi okkara, síggja vit dagliga, at vit gera mun og okkara málsetningur fyri komandi árini er, framhaldandi at virka fyri eini munagóðari virðisøking til einstaka kundan. 

Við góðari ráðgeving og kappingarførum tænastum, umsita vit í dag uml. 65% av eftirlønarmarknaðinum í Føroyum. Hetta er eitt álit sum okkara dugnaligu starvsfólk taka í størsta álvara.

Missión
  • Endamálið hjá LÍV er at veita viðkomandi eftirlønartryggingar, ið nøkta tørvin hjá tí einstaka á føroyska arbeiðsmarknaðinum. 
  • LÍV byggir virksemið á, at tryggingartakarin hevur innlit, kennir seg tryggan og fær allan ágóðan av virksemi felagsins. 
Virðir

Fyri kundar og samstarvfelagar ynskja vit, at okkara missjón og visjón koma kundum, samstarvsfelagum og samfelagnum til góðar ígjøgnum:

  • Hægstu serfrøði á okkara virkisøki 
  • Opinleika og innlit í okkara virksemi og í kundans 
  • Álit og trúvirði á tað arbeiðið, vit gera, og á tær tænastur, vit veita ígjøgnum eitt langt samstarv 
  • At tann ágóði, felagið fær, kemur kundunum til góðar. 
Visjón
  • LÍV vil framhaldandi vera tað størsta eftirlønartryggingarfelag, sum flestu føroysku feløg, virkir og einstaklingar kenna sum besta veitaran av eftirlønartryggingum.
  • Ágóðin hjá felagnum skal koma viðskiftafólkunum til góðar
  • Tað er felagsins visjón at uppbyggja burðardygt, langsiktað og álitisvekjandi samstarv, sum tryggjar teg og tíni. Vit ynskja at vera har, tá ið tú hevur tørv á okkara tænastu í sambandi við eftirløn, óarbeiðsføri, ávísar hættisligar sjúkur v.m. og hjá avvarðandi í sambandi við deyðsfall. 
  • Eftirlønaruppsparingin skal koma føroyska samfelagnum tilgóðar, í tann mun hetta eisini tænir viðskiftafólkum felagsins
Uppgávan hjá Umboðsráðnum
  • at velja tveir nevndarlimir í nevndina í LÍV
  • at skipa aðalfundir hjá Ognarfelagnum LÍV

Harumframt kann Umboðsráðið gera av, at tað á hvørjum ári eisini verða hildnir aðrir regluligir umboðsráðsfundir.

Endamálið við Umboðsráðnum
  • at umrøða yvirskipað strategisk átøk
  • at eftirmeta virksemið
  • at viðgera samfelagsábyrgdina hjá samtakinum

 

Heimild og ábyrgd hjá Umboðsráðnum

  • at skipa nevndina í Ognarfelagnum LÍV
  • at velja grannskoðara hjá Ognarfelagnum LÍV