Starvsfelagið
Tak niður sum PDF

VÆLKOMIN

Starvsfelagið bjóðar limum sínum trygging og eftirløn í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV.

Avtalan er galdandi fyri virknar limir og tekur við, tá byrjað verður í starvi.

Innliman er treytað av fullum arbeiðsførleika. Er limur settur í tillagað starv, skal hetta fráboðast LÍV.

Tryggingin fellur burtur mánaðin eftir, at tú fyllir 67 ár, um tú ikki longur ert virkin limur ella fer úr starvi.

Verður farið úr skipanini innan eftirlønaraldur, kanst tú søkja Starvsmannafelagið um loyvi til framhald av tryggingini.

Arbeiðsgevarin rindar inn eftirlønargjaldið sambært sáttmála.

SAMLAGSTRYGGING

Tryggingarparturin er skipaður sum samlagstrygging og gevur rætt til útgjald:

  • við deyða
  • um hjúnafelagi/sambúgvi* doyr
  • við ávísum hættisligum sjúkum
  • ískoyti til hoyritól
  • lokaupphædd

*Sambúgvi: Hava búð saman sum í hjúnarlagi, á sama bústaði, uttan íhald tvey tey seinastu árini.

Tryggingarskeiðið er fram til fylta 67. ár.

Eitt møguligt útgjald er skattafrítt.

TILSKILAN

Við deyða innan fylta 67. ár, verður tryggingarupphæddin útgoldin sambært tilskilan.

Útgoldið verður til „næsta avvarðandi“, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.

„Næsti avvarðandi“ er í fyrstu atløgu eftirsitandi hjúnafelagi. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til børnini. Eru eingi børn verður útgoldið sambært testamenti/arvalógini.

Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn „næsta avvarðandi“ t.d. sambúgva, skal hetta fráboðast LÍV skrivliga.

Skjalið „Broyting av tilskilan“ finnur tú liv.fo/tilskilan

Tryggingar

Við deyða

Útgoldið verður til tann/tey, ið skrásett eru sum tilskilað.

Tryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð.

Útgoldið verður uttan mun til, um deyðin skyldast sjúku ella vanlukku.

Fram til og við fylta 50 ár, er tryggingarupphæddin kr. 700.000,-. Eftir hetta lækkar hon við kr. 25.000,- árliga.

Hjúnafelagi/sambúgvi:

Doyr hjúnafelagi/sambúgvi, verður hálv tryggingarupphædd útgoldin.

Ávísar hættisligar sjúkur

Útgoldið verður, um

  •  ella
  • børn undir 18 ár

verða rakt av "ávísari hættisligari sjúku".

Nærri ásetingar og listin yvir fevndar sjúkur er at finna í tryggingartreytunum.

Ískoyti til hoyritól

Fært tú almennan stuðul til hoyritól, hevur tú eisini rætt til útgjald frá LÍV.

LÍV rindar í mun til almenna stuðulin og veruliga kostnaðin.

Endurgoldið verður upp til             kr. 4.000 fyri hvørt hoyritólið.

Við óarbeiðsføri

Verður arbeiðsorkan skerd við 2/3 ella meira, fellur tryggingargjaldið burtur aftaná 3 mánaða óarbeiðsføri.

Eftir hetta rindar LÍV eftirlønargjaldið, so leingi óarbeiðsførið stendur við, um neyðugt heilt fram til ásetta pensjónsaldurin.

Lokaupphædd

Eftir neyvari ásetingum hjá Starvsmannafelagnum verður lokaupphæddin útgoldin í einum, tá tú verður 67 ár.

Møguligt er eisini at søkja um útgjald eftir 60 ára aldur. Tá er upphæddin við 60 ár 1/8 av fullari upphædd, við 61 ár 2/8, við 62 ár 3/8 o.s.fr.

Upprunaliga lokaupphæddin verður lækkað við kr. 10.000,- árliga, frá 2018 at roknað, soleiðis at hon fellur burtur í 2027.

Við deyða
Skattafrí upphædd
18-50 ár
kr. 700.000
51-66 ár
sum lýst omanfyri
66 ár
kr. 300.000
Hjúnafelagi/sambúgvi
50%
Ávísar hættisligar sjúkur
Skattafrí upphædd
Limur
kr. 150.000
Børn u/18 ár
kr. 150.000
Við óarbeiðsføri
LÍV rindar eftirlønargjaldið
Full lokaupphædd
Útgoldið skattafrítt í einum
2021
kr. 60.000
2022
kr. 50.000
2023
kr. 40.000
o.s.fr.
Innlit

Kundaportalur

Á kundaportali okkara "Mítt LÍV" fært tú innlit í uppsparing, persónligar tryggingar, samlagstrygging, inngjøld og teknisku uppgerðina.

Kundaportalin finnur tú á www.liv.fo

Ritast kann inn við Samleikanum 

Hevur tú ikki Samleikan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

LÍV Pensjón

Nú kanst tú velja tað váðastøðið, tú vilt hava. Men hav í huga, at størri váðastøðið er, størri er væntaða avkastið, men samsvarandi er váðin størri.

Uppsparingin verður sett í virðisbrøv og rentað við marknaðarrentu. LÍV virkar við einari lívligari skipan, sum merkir at íløgurnar verða gjørdar við atliti til, hvussu stutt er eftir til tín eftirlønaraldur.
Ráðgevingin hjá LÍV er, at íløguváðin hjá tær skal minka so hvørt sum tú nærkast eftirlønaraldrinum.

Vit hava hollar royndir og kunnu ráðføra tær í øllum eftirlønarspurningum.

Les meira um váðastøðini  liv.fo/uppsparing

 

Ráðgeving
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn

Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo
www.liv.fo

Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00