VÆLKOMIN
Føroya Skipara- og Navigatørfelag bjóðar limum sínum trygging og eftirløn í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV.
Avtalan er galdandi fyri virknar limir, ið eru fevndir av pensjónsavtaluni millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og LÍV.
Innliman er treytað av fullum arbeiðsføleika.
Tryggingin fellur burtur tann 1. í mánaðinum eftir at tú nært fólkapensjónsaldrinum, um tú ikki longur ert virkin limur ella fer úr starvi.
Verður farið úr skipanini innan eftirlønaraldur, kann framhald av tryggingini avtalast við LÍV.
SAMLAGSTRYGGING
Tryggingarparturin er skipaður sum samlagstrygging og gevur rætt til útgjald:
- við deyða
- um hjúnafelagi/sambúgvi* doyr
- við ávísum hættisligum sjúkum
- til hoyritól
*Sambúgvi: Hava búð saman sum í hjúnarlagi, á sama bústaði, uttan íhald tvey tey seinastu árini.
Tryggingarskeiðið er fram til fólkapensjónsaldur.
Eitt møguligt útgjald er skattafrítt.
TILSKILAN
Við deyða innan fólkapensjónsaldur, verður tryggingarupphæddin útgoldin sambært tilskilan.
Útgoldið verður til „næsta avvarðandi“, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.
„Næsti avvarðandi“ er í fyrstu atløgu eftirsitandi hjúnafelagi. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til børnini. Eru eingi børn verður útgoldið sambært testamenti/arvalógini.
Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn „næsta avvarðandi“ t.d. sambúgva, skal hetta fráboðast LÍV skrivliga.
Skjalið „Broyting av tilskilan“ finnur tú liv.fo/tilskilan
Við deyða
Útgoldið verður til tann/tey, ið skrásett eru sum tilskilað.
Tryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð.
Útgoldið verður uttan mun til, um deyðin skyldast sjúku ella vanlukku.
Fram til og við fylta 50 ár, er tryggingarupphæddin kr. 800.000,-. Eftir hetta lækkar hon við kr. 25.000,- árliga.
Hjúnafelagi/sambúgvi:
Doyr hjúnafelagi/sambúgvi, verður hálv tryggingarupphædd útgoldin.
Ávísar hættisligar sjúkur
Útgoldið verður, um
- tú ella
- børn undir 18 ár
verða rakt av "ávísari hættisligari sjúku".
Nærri ásetingar og listin yvir fevndar sjúkur er at finna í tryggingartreytunum.
Við óarbeiðsføri
Verður arbeiðsorkan skerd við 2/3 ella meira, fellur tryggingargjaldið burtur aftaná 3 mánaða óarbeiðsføri.
Eftir hetta rindar LÍV eftirlønargjaldið, so leingi óarbeiðsførið stendur við, um neyðugt heilt fram til ásetta pensjónsaldurin.
Fyri limir, sum bert hava samlagstrygging hjá LÍV, verður gjaldsundantøka veitt upp til 3 ár.
Ískoyti til hoyritól
Fært tú almennan stuðul til hoyritól, hevur tú eisini rætt til útgjald frá LÍV.
LÍV rindar í mun til almenna stuðulin og veruliga kostnaðin.
Kundaportalur
Á kundaportali okkara "Mítt LÍV" fært tú innlit í uppsparing, persónligar tryggingar, samlagstrygging, inngjøld og teknisku uppgerðina.
Kundaportalin finnur tú á www.liv.fo
Ritast kann inn við Samleikanum
Hevur tú ikki Samleikan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.
LÍV Pensjón
Nú kanst tú velja tað váðastøðið, tú vilt hava. Men hav í huga, at størri váðastøðið er, størri er væntaða avkastið, men samsvarandi er váðin størri.
Uppsparingin verður sett í virðisbrøv og rentað við marknaðarrentu. LÍV virkar við einari lívligari skipan, sum merkir at íløgurnar verða gjørdar við atliti til, hvussu stutt er eftir til tín eftirlønaraldur.
Ráðgevingin hjá LÍV er, at íløguváðin hjá tær skal minka so hvørt sum tú nærkast eftirlønaraldrinum.
Vit hava hollar royndir og kunnu ráðføra tær í øllum eftirlønarspurningum.
Les meira um váðastøðini liv.fo/uppsparing
P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn
Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo
www.liv.fo
Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00