VÆLKOMIN
Eysturoyar Handverkarafelag bjóðar limum sínum trygging í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV.
Einstaki handverksmeistarin útgreinar hvørji starvsfólk eru fevnd av tryggingini.
Innliman er treytað av fullum arbeiðsførleika. Arbeiðsførið verður váttað í samband við innliman.
Tryggingin fellur burtur mánaðin eftir, at tú fyllir 67 ár
Verður farið úr skipanini innan eftirlønaraldur, kann framhald av tryggingini avtalast við LÍV.
SAMLAGSTRYGGING
Tryggingin er skipað sum samlagstrygging og gevur rætt til útgjald:
• við deyða
• við ávísum hættisligum sjúkum
Tryggingarskeiðið er fram til 67. ár.
Eitt møguligt útgjald er skattafrítt.
TILSKILAN
Við deyða innan fylta 67. ár, verður tryggingarupphæddin útgoldin sambært tilskilan.
Útgoldið verður til „næsta avvarðandi“, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.
„Næsti avvarðandi“ er í fyrstu atløgu eftirsitandi hjúnafelagi. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til børnini. Eru eingi børn verður útgoldið sambært testamenti/arvalógini.
Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn „næsta avvarðandi“ t.d. sambúgva, skal hetta fráboðast LÍV skrivliga.
Skjalið „Broyting av tilskilan“ finnur tú liv.fo/tilskilan
Við deyða
Útgoldið verður til tann/tey, ið skrásett eru sum tilskilað.
Tryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð.
Útgoldið verður uttan mun til, um deyðin skyldast sjúku ella vanlukku.
Upphæddin verður útgoldin í mun til aldur, sum víst niðanfyri.
Ávísar hættisligar sjúkur
Útgoldið verður, um
• tú ella
• børn undir 18 ár
verða rakt av “ávísari hættisligari sjúku”.
Nærri ásetingar og listin yvir fevndar sjúkur er at finna í tryggingartreytunum.
Við óarbeiðsføri
Verður arbeiðsorkan skerd við 2/3 ella meira, fellur tryggingargjaldið burtur aftaná 3 mánaða óarbeiðsføri.
Eftir hetta rindar LÍV eftirlønargjaldið, so leingi óarbeiðsførið stendur við. Tó í mesta lagi 3 ár.
Kundaportalur
Á kundaportali okkara "Mítt LÍV" fært tú innlit í tíni tryggingarviðurskifti.
Kundaportalin finnur tú á www.liv.fo
Ritast kann inn við Samleikanum
Hevur tú ikki Samleikan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.
Samband
Eysturoyar Handverksmeistarafelag
Nevndin:
- Petur Frank Joensen, formaður
- Helgi Johannesen
- Jóan Petur Vang
- Rúni Leitisstein
- Fróði Guttesen
Eru spurningar, ivamál ella onnur viðurskifti í samband við virksemið hjá hjá felagnum, verður víst til
VRG, Heiðavegur 5, 610 Saltangará
Tlf. 666600 • Teldupostur: vrg@vrg.fo
P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn
Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo
www.liv.fo
Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00