Tíðindaskriv og kunning

Marknaðarkunning fyri februar 2024

18. mars 2024

Partabrævavøksturin heldur fram og breiðir seg til fleiri feløg og marknaðir

Árið byrjaði stillisliga á lánsbrævamarknaðinum. Rentufallið seinastu mánaðirnar er steðgað, og tær longu renturnar eru hækkaðar nakað. Hetta hevur givið smá sveiggj í avkastinum á flestu sløgum av lánsbrøvum. Virkislánsbrøvini hava lítlan vinning, meðan longu donsku lánsbrøvini og hárentulánsbrøvini høvdu tap í februar.

Hækkingin helt fram við fullari ferð í februar við einum avkasti á altjóða partabrøvunum upp á 4,7 prosent. Harvið hava altjóða partabrøv longu kastað 7,1 prosent av sær síðan ársbyrjan. Men ólíka hækkingini hinar mánaðirnar vóru tað bert nøkur av teimum sokallaðu Magficient-7-partabrøvunum úr USA (Microsoft, Apple, Google, Amazon, Meta, Tesla og Nvidia), sum togaðu marknaðirnar uppeftir í februar – serstakliga Nvidia við einum framúr roknskapi, meðan Tesla og partvíst Apple lógu nakað aftanfyri. Hinvegin var hækkingin grundað á fleiri ymisk feløg í fleiri londum. Millum annað small cap, sum umboðar tey smærri feløgini og á teimum sokallaðu nýggju marknaðunum (Emerging Markets).

Donsk og norsk partabrøv lógu nakað aftan fyri góðu alheims avkøstini, hóast hækkingina á Novo Nordisk-partabrævinum.

Á lánsbrævamarknaðinum vóru avkøstini negativ á flestu lánsbrøvum eins og í januar, tí renturnar fóru upp. Gongdin á marknaðinum fyri virkislánsbrøvini og hárentulánsbrøvini var tó positiv, og tað sást aftur á avkøstunum.

Hví? ”Guldlok” og bíðandi miðbankar

Samansetingin av áhaldandi góðum búskapar- og inflatiónstølum úr USA og haldgóðir roknskapir frá førandi tøknirisum so sum Nvidia gera sítt til at varðveita positivu partabrævagongdina. Tí tað fær íleggjarar at trúgva upp á ”Guldlok”- støðuna og positivu ávirkanina, sum vitlíki hevur á heimsbúskapin og vinningin hjá fyritøkum.

”Guldlok”- støðan er, tá ið búskapurin hvørki er ov kaldur – tað merkir í afturgongd við vaksandi arbeiðsloysi og minkandi vinningum – ella ov heitur – við vaksandi inflatión og rentum – men er akkurát passaliga flógvur.

Eitt, sum eyðkennir ”Guldlok”-støðuna, er, at vit síggja teir positivastu mánaðirnar, tá ið tað kemur til avkast frá millum annað partabrøvum og virkislánsbrøvum, men tað er eisini positivt fyri fastognarmarknaðin. So leingi trúgvin upp á ”Guldlok”-støðuna er óskalað, eru góðir møguleikar fyri, at gongdin og avkøstini á fíggjarmarknaðunum eru rímiliga positiv.

Eitt, sum kann oyðileggja góðu gongdina á fíggjarmarknaðunum, er miðbankarnir. Eitt nú um teir hækka rentuna fyri at fáa tamarhald á inflatiónini. Men ikki nógv nýtt var at frætta frá miðbankunum í februar. Teirra boðskapur var framhaldandi, at teir ikki eru tilreiðar at lækka renturnar og harvið ikki so skjótt, sum íleggjarar annars høvdu væntað. Men fyrst í mars mánaði hevur tónin frá Fed í USA og ECB virkað lagaligari. Úr báðum miðbankum hoyrist, at rentulækkingarnar kunnu koma fyri næstu 3-4 mánaðirnar, um inflatiónin fellur longri niður móti langtíðarmálinum, sum er 2 prosent.

Vøkstur og inflatión, miðbankar og geopolitikkur í miðdepilin næstu tíðina

Fíggjarmarknaðirnir fara tí næstu tíðina at halda vakið eyga við gongdini í búskapar- og inflatiónsdátunum fyri at finna tekin, um inflatiónin minkar so skjótt sum væntað ella ikki. Fleiri eygleiðarar og fíggjarstovnar meta, at vandi kann vera fyri, at inflatiónin bítur seg fasta, og at renturnar tískil ikki lækka fyribils.

Eftirlit er eisini við alheims geopolitisku menningini. Gongdin í Miðeystri fer fyrst og fremst at ávirka fíggjarmarknaðin, um stríðið versnar og fær oljuprísirnar at vaksa. Tað er bert hent í einstøkum førum inntil nú. Fleiri geopolitiskir serfrøðingar síggja vandar fyri, at kríggið í Ukraina fer at harðna. Tess meiri Ukraina verður trýst í verjustøðu, tess størri er vandin fyri, at landið fer til víðgongdari átøk so sum fleiri álop á russisk øki. Og so er vandin fyri ógvusligari aftursvari frá Russlandi tað størri, sum aftur kann trýsta rávøruprísirnar upp, verður sagt. 


17. januar 2025
Marknaðarkunning fyri desember 2024
16. januar 2025
Tað er vorðið ENN bíligari at vera kundi í LÍV
17. desember 2024
Marknaðarkunning fyri november 2024
11. desember 2024
LÍV hevur longt stuðuls­avtaluna við Rescue LÍV
10. desember 2024
Havnar Handverkara­felag og LÍV hava gjørt nýggjan sáttmála
03. desember 2024
Starvsdagar á LÍV
28. november 2024
LÍV ER HØVUÐSSTUÐUL HJÁ BÓKAKLUBBA­NUM Í FØROYUM
18. november 2024
Marknaðarkunning fyri oktober 2024
Sí fleiri