Marknaðarkunning fyri november 2024
Positiv november-avkøst
Í november kastaðu altjóða partabrøv heili 7 prosent av sær, og eru tey harvið hækkað 26
prosent síðani november í fjør. Amerikonsk partabrøv hækkaðu meira enn 10 prosent í
november, millum annað orsakað av einum styrktum dollara, meðan donsk og norðurlendsk
partabrøv og nýggir marknaðir lækkaðu. Nøkur av teimum, sum hækkaðu mest, vóru Small
cap- og bankapartabrøv.
Ógvuliga stórur munur hevur verið á toppi og botni á partabrævamarknaðunum í ár, og
nøkur fá sera stór amerikonsk tøkni-partabrøv hava tikið tyngsta lessið. Orsakað av hesum
hava nógvir íleggjarar heldur ikki í ár fingið marknaðaravkastið. Síðani í november í fjør hava
amerikonsk partabrøv kastað 35 prosent av sær. Til samanberingar hava eitt nú tey donsku
kastað 3 prosent av sær. Hetta er eitt søguligt eftirsleip og annað árið á rað, at donsk
partabrøv liggja langt aftanfyri, eftir at hava kastað væl av sær í nógv ár.
Eitt tíðarbil við hækkandi rentum bleiv í november avbrotið við rentulækking í Evropa og
Danmark. Tað skapti góð avkøst á donskum lánsbrøvum, serstakliga teimum longu
virðisbrøvunum, sum høvdu eitt avkast upp á 2½ prosent. Óbroytt rentuspenni og lækkandi
rentur góvu eisini vinning á kreditt-lánsbrøvum í síðsta mánaði. Tilsamans hava lánsbrøvini
kastað av sær 2-6 prosent síðani november í fjør, sum er stak gott.
Hví? Lætti eftir valið í USA, trúgv upp á amerikanskt sjáldsemi
Avkøstini í november koma fyrst og fremst av haldgóðum makrotølum úr USA og einum
tryggum valsigri til Donald Trump. Harvið slapst undan drúgva valórógvinum, sum mong
óttaðust fyri undan valinum. Góða gongdin við partabrøvum og bitcoin stendst væntandi av
lægri vinnuskatti og lagaligari stýring av vinnulívinum og krypto-gjaldoyrum í 2025, eftir at
Trump hevur tikið við sum forseti.
Hálvvánalig vakstrartøl og politisk órógv í ES høvdu við sær rentulækking í Evropa, og at
evran viknaði. Ótti fyri avleiðingunum av handilspolitikkinum hjá Trump næstu tíðina fingu
eisini partabrævamarknaðirnar uttan fyri USA at vikna.
Tað letur til, at Trump-valið og órógvin í Evropa hava sett ferð á leitanini eftir amerikonskum
partabrøvum og trúnna upp á amerikanskt sjáldsemi – tað vil siga trúnna uppá, at
amerikanskur búskapur og partabrøv eru sterkari enn restin av heiminum.
Andsøgnin í hesum er, at um Trump førir ágangandi handilspolitikk, so fara ES og Kina ikki
at hyggja tigandi at, men heldur leggja seg eftir at raka USA meint, sum átti at rakt
partabrævamarknaðin.
Øll bíða eftir Trump 20. januar 2025
Øll bíða í spenningi eftir at vita, hvat slag av politikki Trump fer at føra, tá ið hann tekur við
aftur sum forseti tann 20. januar 2025. Hugburðurin millum flestu serfrøðingar tykist vera, at
einki er vist, tí Trump er kendur fyri at siga nógv, sum fer í ymsar ættir.
Beint nú verður tosað um eina positiva støðu og eina negativa støðu í tíðini eftir 20. januar:
• Positiv støða
- Størri vøkstur og vinningur orsakað av lægri skatti í USA, minni
inflatiónstrýst orsakað av størri amerikanskari oljuframleiðslu, avtala
við Kina um handil og loysn upp á Ukraina
• Negativ støða
- Vaksandi rentur, størri inflatión, altjóða bústaðarmarknaðir serstakliga
tann amerikanski og nýtsla, sum ávirkast lættliga av rentum, eru undir
trýsti og veikari altjóða handil, tí handilsfelagarnir hjá USA svara aftur
Eitt víðfevnt handilskríggj við høgum tolli á vørur úr Kina og ES fer at elva til størri inflatión
og minni vøkstur í USA. Inflatiónin kann økjast við 2 prosentstigum, eins og vøksturin verður
seinkaður, og tað hevur tí við sær, at búskaparligur stígur kemur í. Og so býttur er Trump
ikki, meta nógvir íleggjarar. Tað fer kanska eisini at seta sínar avmarkingar, at veljararnir eru
í móti vaksandi prísum, og at Kina kann koma við hørðum aftursvari.
Hinvegin er stórur fíggindaskapur mótvegis Kina tvørtur um flokkar í USA, sum saman við tí,
at Kina-atfinningarsami Peter Navarro er valdur upp í Trump-toymið, talar fyri einum
bonskum arbeiðslagi mótvegis Kina.