Tíðindaskriv og kunning

Marknaðarkunning fyri oktober 2024

18. november 2024

Væntaður Trump-sigur gav rentuvøkstur og styrktan dollara

Longu renturnar hækkaðu enn meira í oktober og høvdu við sær tap á flestu lánsbrøvum.
Tapini liggja millum -0,2% á stytru lánsbrøvunum og -1 til 3% á longru lánsbrøvunum. Bara
vinnulánsbrøv við lægst kreditvirði, tað eru high yield lánsbrøv, sum minna nakað um
partabrøv, vuksu í virði. Av tí at rentan lækkaði fyrr í ár, hava øll sløg av lánsbrøvum havt
meðalgóð avkøst upp á 2-5,5% – tó ikki tey longu donsku lánsbrøvini, sum hava mist millum
0,3-0,5% í ár.

Altjóða partabrøv kastaðu bert 0,5% av sær í oktober, men við tí helt góða gongdin
undanfarnu mánaðirnar fram. Donsk og norðurlendsk partabrøv fullu nakað afturum, eftir at
avkastið í oktober lækkaði góð 4% og ársavkastið 4,5%.

Í oktober hækkaði virðið á dollaranum og kryptogjaldoyrum, samstundis sum gullprísirnir
settu met og oljuprísirnir fullu. Ein sterkur dollari og vaksandi renturnar eru ein keðilig
samanseting, sum eisini gav eitt hall í oktober á lánsbrøvum á teimum nýggju
marknaðunum. Summir av hesum marknaðunum, s.s. Brasil, stríðast eisini við at halda
inflatiónini niðri, og tað órógvar enn meira.

Trump á øllum fíggjarmarknaðinum – og so Kina

Serliga batnandi veljarakanningarúrslit hjá Donaldi Trump og økt sannlíkindi fyri, at hann fór
at blíva valdur, gjørdu sítt til, at broytingar vóru á fíggjarmarknaðunum í oktober, og
harafturat betri tøl enn væntað í kinesiska og amerikanska búskapinum.
Nú er Trump valdur til forseta, og reaktiónin á fíggjarmarknaðunum fyrstu dagarnar eftir
valsigurin kunnu sigast at vera sama gongd, sum ábendingarnar í oktober góvu. Nú við størri
megi, tí óvissan um valúrslitið í USA er burtur, og tað er í sjálvum sær positivt. Men eisini tí
at Trump allarhelst fær meiriluta í Kongressini og kann harvið uttan mótstøðu føra tann
politikk, sum honum lystir.

  • Partabrøv eru vaksin, men fyri tað mesta í USA og nakað minnið ella als ikki uttan fyri
    USA, tí roknað verður við færri lógum fyri vinnulívið, lægri skattum og lagaligari
    fíggjarpolitikki og hægri amerikanskum tolli. Serliga smá amerikansk partabrøv, tøknifyritøkur og bankapartabrøv eru vaksin. Men íleggjararnir eru eisini ørkymlaðir um, at
    størri hall á fíggjarlógini og handilskríggj kunnu elva til størri inflatión, hægri rentur og
    kann oyðileggja vinningin hjá fyritøkunum. Útrokningar vísa, at ætlanirnar hjá Trump
    um at leggja revsitoll á vørur úr Kina fara í sjálvum sær at økja um inflatiónina í USA
    við heili 2 prosentstigum, sum er ein skelkur fyri bæði búskapin og parta- og
    lánsbrævamarknaðin;

  • Kursurin á lánsbrøvum er lækkaður lutfalsliga nógv, tí nú Trump fer aftur í Hvítu
    húsini, økist vandin fyri størri inflatión í 2025/26. Tað fellur ikki í góða jørð á
    lánsbrævamarknaðinum. Serliga longu lánsbrøvini hava kastað lítið av sær, meðan
    vinnulánsbrøvini hava klárað seg lutfalsliga væl. Men veksur inflatiónin, rakar tað øll
    sløg av lánsbrøvum upp á tann ringa mátan;

  • Gjaldoyra: Dollarin er styrktur enn meira, meðan yuan, evran, pundið og jennurin eru
    viknað, tí væntað verður, at Trump-stjórnin fer at føra strangari handilspolitikk móti
    bæði Kina, Evropa og Japan, so eitt av teirra aftursvarum er at minka um gjaldoyrað;

  • Rávørur: Oljuprísirnir hava verið støðugt lækkandi, tí roknað hevur við, at Trump fer
    at økja um oljuframleiðsluna næstu árini;

    Fíggjarmarknaðirnir eru sostatt í ferð við at tillaga seg til, at heimsbúskapurin flytur seg frá
    Gull-lokk støðuni við meðalvøkstri og lítlari inflatión til eina støðu við bráðvøkstri í inflatión
    ein sokallað “Inflationært boom”-støðuna við størri vøkstri og óvissu um inflatiónina.
    Næstu mánaðirnar fara fíggjarmarknaðirnir at halda vakið eyga við útmeldingunum frá
    Trump og hansara fólki, og dentur verður serliga lagdur á fýra øki: fólkaflyting, tolltakstir,
    geopolitikk og skatt. Og fíggjarmarknaðirnir fara at reagera út frá tí, sum verður fráboðað.


Bjartskygdar og svartskygdar støður fyri Trump 2.0 og 2025

Tá ið tað kemur til, hvat vit kunnu vænta av Trump 2.0 – tað er seinna forsetaskeiðið hjá
Donaldi Trump – eru íleggjararnir farnir í tvær legur. Eina bjartskygda legu og eina
svartskygda. Tey bjartskygdu vænta størri vøkstur og vinning hjá fyriøkum, sum fer at lyfta
partabrævakursirnar upp í nýggjar hæddir. Tey vóna eisini, at ein størri avtala við Kina kann
gera enda á stríðnum í Ukraina, og harvið koma okkum undan einum altjóða handilskríggi.
Tey svartskygdu óttast harafturímóti fyri størri og óstøðugari inflatión og hægri rentum, sum
kunnu fáa bústaðar- og partabrævamarknaðirnar at støkka og elva til minni fíggjarligan
vøkstur og størri geopolitiskan ófrið.


03. desember 2024
Starvsdagar á LÍV
28. november 2024
LÍV ER HØVUÐSSTUÐUL HJÁ BÓKAKLUBBA­NUM Í FØROYUM
18. november 2024
Marknaðarkunning fyri oktober 2024
28. oktober 2024
TIL SØLU ELLA LEIGU
08. oktober 2024
Marknaðarkunning fyri september 2024
27. september 2024
10 ára starvsdagur á LÍV
18. september 2024
Marknaðarkunning fyri august 2024
17. juni 2024
Marknaðarkunning fyri mai 2024
Sí fleiri