Tíðindaskriv og kunning

Marknaðarkunning fyri august 2024

18. september 2024

Aftur ófriður, renturnar falla og nýggir vinnarar og taparar á partabrævamarknaðinum

 

Marknaðarófriðurin síðst í juli og fyrst í august hvarv skjótari enn væntað, og august mánaður endaði við smáum broytingum á partabrævasíðuni og snøggum plussum á lánsbrævasíðuni, tí renturnar hildu fram við at falla.

Altjóða partabrøv kastaðu 0,2 prosent av sær í august, og tá ið komið var til mánaðarskiftið var vøksturin heili 15,8 prosent samanborið við august í fjør. Donsk partabrøv fullu 1 prosent í síðsta mánaði, meðan norðurlendsku partabrøvini vuksu 1,9 prosent. Tó var ein kúvending á partabrævamarknaðunum. Vinnarapartabrøvini higartil – tey sokallaðu Magnificent-7 tech úr USA (Apple, Microsoft, Nvidia, Alphabet, Amazon, Meta og Tesla) fullu nógv, meðan varligaru virkini, sum ikki eru so konjunkturviðkvom, vuksu munandi. Hetta eru virki, sum fáast við til dømis heilivág, varandi nýtslu og veitingar.

Rentulækkingin í summar helt fram í august og hevði við sær smá avkøst á flestu donsku lánsbrøvunum og virkislánsbrøvunum við høgari kredittgóðsku. Eftirspurningurin eftir lánsbrøvum frá fyritøkum við lágari kreditmeting og lánsbrøvum á nýggjum marknaðum vaks, og tí var framgongdin 1-2 prosent, sum er nógv upp á ein mánað fyri lánsbrøv. Seinasta árið hava øll sløg av lánsbrøvum kastað millum 2 og 5 prosent av sær uttan longu lánsbrøvini, sum framvegis hava tap.

Sum august mánaður leið, fall dollarin meira, meðan japanski jennurin og evran vuksu. Gullprísirnir vóru methøgir, meðan flestu aðrir rávøruprísir fullu – millum annað oljuprísurin.

Síðst í august og fyrst í september var ófriður aftur á partabrævamarknaðinum. Stóru amerikonsku tøkni-partabrøvini og ein stórur partur av luksusnýtslu-partabrøvum høvdu afturgongd, og íleggjararnir fluttu seg í enn størri mun yvir til tey varligaru virkini. Samstundis fullu renturnar og oljuprísirnir enn meira.

 

Hví? Ábendingar um niðurgongutíðir, sterkari jennur, ivi um vitlíki, ótti fyri búskaparligari afturgongd í USA

 

Fleiri yvirskipaðar orsøkir tykjast at vera til nýggju marknaðarrembingarnar og ófriðin á marknaðunum.

Í fyrsta lagi vísa dátur, at íleggjararnir hava lagt nógv í millum annað Magnificent7 tøkni-partabrøvini og beint øvugt, tá ið tað kemur til small cap og defensivu partabrøvini. Samstundis er japanski jennurin farin at vaksa munandi eftir at hava verið fallandi í mong ár, har japanska gjaldoyrað dúgliga hevur verið brúkt til at fíggja lánifíggjaðar íløgur. Tey noyðast nú at lata aftur, og harvið minkar váðin og sølan av íløgum.

Í øðrum lagi eru grundleggjandi viðurskifti, tað vil siga makro-, gjaldstrots- og inntøkumyndin, sum gera seg galdandi. Seinastu tíðina er ivi sáddur, um milliardirnar av dollarum, sum eru settar í útgerð til vitlíki, fara at loysa seg? Samstundis hava nógvir roknskapir og makrotøl eisini sátt iva um vakstrarmyndina í USA, Evropa og Kina í seinnu hálvu og tískil eisini iva, um virkini fara at vinna so nógvan pening, sum íleggjararnir vænta. Hinvegin er inflatiónin fallandi, og tað fær renturnar at lækka.

Og í triðja lagi hevur prísásetingin á fleiri vinnugeirum, sum hava klárað seg væl hetta summarið, rokkið sama høga prísstigi sum við ársenda 2021, áðrenn stóra virðisbrævafallið í 2022. Prísásetingarmunurin millum stórar og minni fyritøkur og konjunkturviðkvæmar vinnugeirar og vinnugeirar við støðugum eftirspurningi er vorðin sera stórur. Prísáseting skal skiljast sum, hvussu nógv mann sum íleggjari rindar í kursi sum partaeigari fyri at fáa lut í verandi og framtíðar vinninginum hjá einari fyritøku.

Samanumtikið merkir hetta, at prísurin á nógvum vinnarapartabrøvum er settur til tess at økja ógvisliga um inntøkurnar næstu árini, og má prísásetingin rætt og slætt halda. Tað øvugta ger seg galdandi við teimum sløgum av partabrøvum, sum eru dragnað nakað. Her eru væntanirnar til inntøku smáar, og tí kann sleppast undan, at kursurin rapar, um nú inntøkurnar verða lægri enn væntað.

 

Vøkstur, vitlíki, miðbankar og forsetaval

 

Ófriðurin á partabrøvunum seinastu mánaðirnar hevur minkað nakað um váðan á marknaðinum, og tí fara meira grundleggjandi viðurskifti aftur at stýra broytingunum á marknaðunum frameftir. Tað vil siga, at dentur verður lagdur á vøkstur, inflatión, inntøku, vitlíki og menning, geopolitikk og forsetavalið í USA.

Íleggjararnir savna seg serliga um amerikanska miðbankan, Fed. Fleiri vænta, at bankin fer at lækka rentuna munandi næsta árið, tí inflatiónin er viknað, og vøksturin í USA minkaður, og tað fer at toga ECB við og skapa bjartskygni á marknaðunum. Søguliga hava lánsbrøv kastað væl av sær, tá ið stóru miðbankarnir lækka rentuna. Hinvegin hava partabrøvini bara kastað væl av sær í slíkum tíðarskeiðum, um sleppast kann undan búskaparligari afturgongd. Um búskaparlig afturgongd var, elvdi hon til hampuliga stórt kursfall í partabrøvunum. So íleggjararnir fara at halda vakið eyga við hesum næstu tíðina.

Harafturat fara íleggjararnir eisini at halda eyga við teknunum um, at vitlíki økir um inntøkuna hjá virkjum – til dømis í sambandi við, at Apple sjósetur sína nýggjastu iphone.

Næstu tveir mánaðirnar verður høvuðsdentur lagdur á gongdina í forsetavalinum í USA. Beint nú er javnt í veljarakanningunum. Hvussu árinið á fíggjarmarknaðirnar verður, veldst nógv um, hvør flokkur fær meirlutan í teimum báðum kømrunum í Kongressini og harvið situr við lóggávuvaldinum í USA næstu tvey árini.


08. oktober 2024
Marknaðarkunning fyri september 2024
27. september 2024
10 ára starvsdagur á LÍV
18. september 2024
Marknaðarkunning fyri august 2024
17. juni 2024
Marknaðarkunning fyri mai 2024
14. mai 2024
Marknaðarkunning fyri apríl 2024
03. mai 2024
Tíðindaskriv - Ársfrágreiðing 2023
22. apríl 2024
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
22. apríl 2024
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Sí fleiri