Tíðindaskriv og kunning

Marknaðarkunning fyri apríl 2024

14. mai 2024

Hægri rentur og rávøruprísir elvdu til negativ avkøst í apríl

Rentuhækkingarnar hildu fram í apríl, eins og príshækking á fleiri rávørum eisini sást í apríl. Hesi kastaðu negativt av sær á lánsbrøvini og ávirkaðu eisini partabræva marknaðin negativt.

Altjóða partabrøv minkaðu við 2,3 prosentum og donsk partabrøv við 1,9 prosentum. Lækkingar vóru í flestu partabrøvum og vinnugeirum. Hinvegin var gongdin í partabrøvum frá Emerging Markets øvug. Tey høvdu positiv avkøst í apríl, serliga tí at virðið á kinesiskum partabrøvum vaks. Partabrøv úr Kina hava annars havt vánalig avkøst í eitt áramál, men seinastu mánaðirnar hava íleggjarar brellast eftir kinesiskum partabrøvum. Partabrøv í námsvinnuni vuksu eisini í einum annars fallandi marknaði í apríl.

Rentuhækkingar elvdu eisini aftur til hall á longu lánsbrøvunum, sum eru tey viðbreknastu, tá ið rentubroytingar henda. Hallini á stytri lánsbrøvunum og vinnulánsbrøvunum vóru tó minni. Hárentulánsbrøvini hava langa leypitíð og eru viðbrekin, tá ið broytingar henda í rentum, og tí var avkastið í apríl eisini negativt.

Hví? Íleggjararnir ivast og hoppa millum ymsu hugsaðu støðurnar

Negativu avkøstini á parta- og lánsbrøvum standast fyrst og fremst av tí støðu, at fyrst í apríl vóru tekin um, at alheims búskaparvøksturin øktiskt - bæði í Asia, Evropa og USA. Hetta vekir iva millum íleggjararnar, um tamarhald fæst á inflatiónini, og um hon fer at raka málið hjá miðbankunum upp á tvey prosent ella minni. Ella um ferð kemur á inflatióninina aftur orsakað av framhaldandi lønarvøkstri og prísvøkstri á rávørum.

Inflatiónstølini í bæði februar og mars hava verið nakað hægri enn væntað, og tað hevur ávirkar eisini trúnna uppá, at miðbankarnir í USA og Evropa fara at lækka renturnar. Hesi ivamál hava sostatt elvt til kurstap á bæði parta- og lánsbrøvum.

Seinastu mánaðirnar hava íleggjarar stutt og greitt hoppað frá einari makrostøðu til eina aðra makrostøðu. Frá at hava trúð upp á "Guldlok"- støðuna við góðum vøkstri og lítlari inflatión og positivari marknaðargongd eru teir lopnir víðari til "Higher For Longer"- støðuna við størri vøkstri, inflatión og hægri rentum til í eitt stutt tíðarbil í apríl at trúgva upp á "Stagflations" støðuna við minni vøkstri og stórari inflatión.

Íleggjararnir flyta seg skjótt millum ymsu hugsaðu støðurnar í hesum døgum, og longu fyrst í mai tykist trúgvin upp á "Guldlok" at økjast aftur, tí tekin eru um, at ferðin á amerikanska búskapinum spakuliga fer niður, soleiðis at talan verður um heldur færri nýggj størv enn í undanfarnu ársfjórðingum. Hetta kann fara at bremsa inflatiónini. Harumframt hevur tað eisini gjørt mun, at haldgóðir roknskapir eru komnir frá fleiri fyritøkum í Evropa og USA í fyrsta ársfjórðingi. Eisini munar tað, at miðbankarnir í USA og Evropa, ávikavist Fed (FED) og ECB, hava givið tekin um, at rentulækkingar helst eru á veg.

Nøkur av seinastu lyklatølunum úr USA hava tó verið so veik, at tos aftur hevur tikið seg upp um, búskaparlig afturgongd fer at raka USA. Í fleiri konjunkturbarometrum svara amerikanskar fyritøkur til dømis, at tær fara at siga fólk úr starvi næstu mánaðirnar.

Leggja dent á vøkstur og inflatión, miðbankar, roknskapir og geopolitikk næstu tíðina

Fíggjarmarknaðirnir fara tí framhaldandi at halda eitt vakið eyga við gongdini í vakstrar- og inflatiónsdátunum fyri at finna tekin um, hvørjari makrobúskaparligari støðu vit eru í. Harumframt verður hildið eyga við fráboðanunum um rentulækkingar frá miðbankunum, sum bíðað hevur verið eftir í langa tíð.

Eisini verður fylgt væl við geopolitisku gongdini um allan heimin. Gongdin í stríðnum í Miðeystri og millum Ukraina og Russland fer fyri tað mesta at ávirka fíggjarmarknaðin, um stríðini versna og fáa oljuprísirnir at vaksa. Hetta hevur verið í umbúna, men tykist vera á einum róligari stigi nú.

Næstu mánaðirnar verður dentur eisini lagdur á forsetavalið í USA í november, sum kann hava við sær stórt politiskt órógv á heimsins størsta búskap.


18. november 2024
Marknaðarkunning fyri oktober 2024
28. oktober 2024
TIL SØLU ELLA LEIGU
08. oktober 2024
Marknaðarkunning fyri september 2024
27. september 2024
10 ára starvsdagur á LÍV
18. september 2024
Marknaðarkunning fyri august 2024
17. juni 2024
Marknaðarkunning fyri mai 2024
14. mai 2024
Marknaðarkunning fyri apríl 2024
03. mai 2024
Tíðindaskriv - Ársfrágreiðing 2023
Sí fleiri