Tíðindaskriv og kunning

Marknaðarkunning fyri mai 2024

17. juni 2024

Góð gongd á partabrævamarknaðinum í mai, renturnar sveiggja nakað

Tað var skjótt, at negativu avkøstini á bæði partabrøvum, lánsbrøvum og hárentu lánsbrøvum í apríl vendust aftur til positiv avkøst í mai. Altjóða partabrøv hækkaðu við 2,5 prosentum og er samlaði vøksturin góð 11 prosent síðani hesa tíðina í fjør. Donsk og norðurlendsk partabrøv vuksu við fýra prosentum í mai, og samlaði vøksturin í 2024 er nú eisini oman fyri 10 prosent. Tey stóru amerikonsku tøkni-partabrøvini hava eisini framgongd aftur og toga altjóða partabrævaavkøstini munandi uppeftir – tó so, eiga onnur stór partabrøv í Evropa og Asia, so sum Novo, sín leiklut í vaksandi avkøstunum. Hinvegin fullu oljupartabrøvini, sum higartil í ár eru vaksin mest, eins og oljuprísurin.

Bæði stuttu og longu renturnar sveiggjaðu í mai, og tí eru avkøstini á stytru og longu ríkislánsbrøvunum nær við null í síðsta mánaði. Síðsta árið hava hesi annaðhvørt einki kastað av sær ella havt eitt negativt avkast upp á 3,4 prosent av rentuvøkstrinum síðani ársskiftið.

Líka sum gongdin á partabrævamarknaðinum var góð, kann tað sama sigast um gongdina við virkis- og hárentulánsbrøvunum, sum høvdu positiv avkøst úr 0,3 upp í 1,7 prosent. Rentuvøksturin síðani ársskiftið hevur tó avmarkað avkøstini seinasta árið.

Hví? Endurnýggjað gleði fyri vitlíki og áhaldandi trúgv upp á ”Guldlok”-støðuna

Tað eru tvær høvuðsorsøkir til góðu gongdina í mai. Tann fyrra er frálíki roknskapurin hjá amerikanska tøknirisanum Nvidia, sum gongur á odda á vitlíkisøkinum. Hetta hevur endurskapt trúnna upp á vitlíki sum ein týdningarmikil, altjóða vakstrarmotorur.

Tann seinna er, at hóast áhaldandi óvissu um altjóða vøkstur og inflatión, so trúgva íleggjarar framvegis upp á ”Guldlok”-støðuna, sum vit hava umrøtt fleiri ferðir. Í ”Guldlok-støðuni” er búskaparvøksturin góður, og tamarhald er á inflatiónini.

Í mai er búskaparvøksturin í Evropa og Asia størri, meðan vøksturin í USA tykist minni enn væntað. Tilsamans geva hesi bæði ein altjóða vøkstur, sum er á einari leið. Samstundis er inflatiónin viknað so mikið, at teir fyrstu vesturlendsku miðbankarnir eru farnir at lækka rentuna – millum annað evropeiski miðbankin (ECB). ECB lækkaði rentuna við 0,25 prosentstigum niður í 3,75 prosent, men hetta er samstundis eitt tekin um, at bankin ikki er til reiðar at koma við fleiri rentulækkingum, tí tað er óvist, hvussu inflatiónin ávirkast av hægri rávøruprísum. Amerikanski miðbankin, Fed, er eisini afturhaldandi við rentulækkingum, tí enn er ikki tamarhald á inflatiónini í USA.

Samanumtikið kann sigast, at brádliga niðurgongdin í inflatiónini er steðgað, og vandin fyri, at inflatiónin tekur dik á seg aftur, er tilstaðar. Men veikari arbeiðsmarknaðir gera sítt til at marknaðirnir varðveita trúnna uppá, at ECB og Fed kunnu fara at lækka renturnar fleiri ferðir í ár.

Vøkstur og inflatión, forsetavalið í USA og vitlíki á breddan næstu tíðina

Fyri at síggja tekin um, hvat fyri makrobúskaparstøðu vit eru í, fara fíggjarmarknaðirnir at halda vakið eyga við broytingum í vakstrar- og inflatiónsdátum næstu tíðina, og fyri at vita, um vit fara at síggja fleiri rentulækkingar í summar eftir fráboðanirnar frá miðbankunum.

Eisini verður eyga hildið við altjóða geopolitisku støðuni. Gongdin í stríðnum í Miðeystri og millum Ukraina og Russland fer fyrst og fremst at ávirka fíggjarmarknaðirnar, um støðan versnar og oljuprísirnar fara at vaksa aftur. Hetta hevur verið í umbúna, men í løtuni bendir lítið á, at tað fer at henda.

Næstu tíðina fer forsetavalið í USA í november at fylla meira. Tí valið kann elva til politiskt rumbul í heimsins størsta búskapi. Beint nú vísa veljarakanningar ein javnan valdyst millum Joe Biden og Donald Trump um forsetaembætið, men Trump hevur munin. Nógv bendir á, at dysturin um Kongressina eisini fer at verða javnur.

Tað áhugaverdasta í kanningunum er tó, at tann óhefti RF Kennedy stendur til at fáa meira enn 10 prosent av atkvøðunum. Tað kann elva til eitt kaotiskt val, har hvørki av høvuðsvalevnunum fær ein meiriluta upp á 270 valmenn ella fleiri, sum er krav fyri at kunna verða útnevndur til forseta. Hendir tað, koma heilt serligar reglur í gildi, eitt sokallað ”Contingent election”, sum kann hava við sær, at valóvissan stendur við til í januar 2025.

Aftur at hesum fara íleggjarar um heimin at hava eyguni við, hvussu vitlíki mennist, fyri at kunna meta um, íleggjarar fáa kaldar føtur av stóru íløgunum, sum eru gjørdar í vitlíki uttan vaksandi vinning, ella um hetta av álvara fer at síggjast aftur á botnlinjuni hjá fyritøkunum.


08. oktober 2024
Marknaðarkunning fyri september 2024
27. september 2024
10 ára starvsdagur á LÍV
18. september 2024
Marknaðarkunning fyri august 2024
17. juni 2024
Marknaðarkunning fyri mai 2024
14. mai 2024
Marknaðarkunning fyri apríl 2024
03. mai 2024
Tíðindaskriv - Ársfrágreiðing 2023
22. apríl 2024
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
22. apríl 2024
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Sí fleiri