Tíðindaskriv og kunning

Marknaðarkunning fyri september 2024

08. oktober 2024

Positiv avkøst á bæði parta- og lánsbrøvum í september

Eins og í august var órógv á altjóða fíggjarmarknaðunum, tí ótti var fyri einum fíggjarligum niðurtúri. Men órógvið hæsaði skjótt av, og mánaðurin endaði við positivum avkøstum á bæði partabrøvum og lánsbrøvum

Altjóða partabrøv vuksu við 1,4 prosentum og eru nú vaksin heili 17,4 prosent síðan um hesa tíðina í fjør. Vøksturin er breiðari grundfestur nú enn í vár, tí tá kom allur vøksturin frá teimum sjey stóru partabrøvunum í USA, tey sokallaðu Magnificent-7. Í september hækkaðu aðrir marknaðir eisini – serliga partabrøv – eins og búskaparlig framgongd var í fleiri geirum.

Á lánsbrævamarknaðinum fall rentan á bæði teimum longu og stytru lánsbrøvunum, og tað gav vinning upp á 0,7-1,2 prosent, sum er nógv upp á bara ein mánað fyri tey lutfalsliga tryggu lánsbrøvini.

Dollarin viknaði enn meira, og tað gagnaði serliga lánsbrøvunum á marknaðunum í menningarlondum, sum høvdu ein vøkstur upp á 1,6 prosent. Virkislánsbrævamarknaðurin stóð eisini sterkur og hevði enn eina ferð positiv avkøst. Hinvegin steðgaði vøksturin í japanska gjaldoyranum.

Prísirnir á nógvum rávørum fóru upp í september eftir at hava verið fallandi leingi, tó ikki oljuprísurin. Prísurin á gull og silvuri hava tó verið vaksandi leingi, og prísurin á gulli setti nýtt met í september.

Óttin fyri afturgongd minkar, rentulækkingar og kinesisk bazooka skapa góð avkøst

Serliga tríggjar orsøkir eru til, at avkøstini í september eru góð, og at gongdin á fíggjarmarknaðinum sum heild er góð.

Í fyrsta lagi er óttin fyri afturgongd í amerikanska búskapinum minkandi, samstundis sum hagtøl benda á, at heimsins størsti búskapur framvegis er væl fyri við einum vøkstri upp á 2,5-3 prosent og framhaldandi lítlum arbeiðsloysi.

Í øðrum lagi eru miðbankar í stórum pørtum av heiminum í ferð við at lækka renturnar, tí inflatiónin er vorðin hóvligari nógvastaðni. Nakað óvæntað lækkaði týdningarmikli amerikanski miðbankin rentuna heili 0,5 prosentstig til 4,75-5,25 prosent, og evropeiski miðbankin er í ferð við at gera tað sama. Báðir bankar signalera, at fleiri rentulækkingar eru í væntu næstu ársfjórðingarnar. Lægri rentur minka í eygunum á íleggjarum um vandan fyri at enda í fíggjarligari afturgongd.

Og í triðja lagi boðaðu kinesiskir myndugleikar síðst í mánaðinum frá fleiri tiltøkum fyri at stimbra kinesiska búskapin, sum ikki koyrir so væl. Seinastu tølini fyri privatnýtsluna, fastognarmarknaðin og ídnaðarframleiðsluna vísa, at búskaparligi vøksturin í Kina liggur 5 prosent undir ætlaða vøkstrinum hjá stjórnini. Tiltøkini snúgva seg serliga um at fáa tamarhald á fallandi bústaðarprísunum og partabrævakursinum.

Fleiri avbjóðingar fyri framman

Samansetingin av vøkstri í heimsbúskapinum og hóvligari inflatión er tað, sum vit kalla Gull-lokk-støðan. Tað er, tá vit vanliga hava bestu avkøstini og positivastu marknaðirnar.

Higartil benda innkomnu dáturnar á, at positiva støðan fer at halda fram í fjórða ársfjórðingi, men kortini kunnu aðrar avbjóðingar væntast næstu mánaðirnar. Tað merkir ikki neyðturviliga kurstap, men kann merkja lægri avkøst í eitt tíðarskeið, sum ikki er ónatúrligt eftir góðu avkøstini fyrstu níggju mánaðirnar í ár.

Stór óvissa valdar enn um úrslitið av amerikanska forsetavalinum. Og vandin fyri órógv eftir valið 5. november er nógv størri, um valúrslitið ikki verður góðkent frá báðum síðum, sum nógv bendir á, at tað ikki fer at verða. Royndir vísa, at fíggjarmarknaðirnir eru óróligir, so leingi sum óvissa er um úrslitið av valinum.

Parta- og lánsbrævamarknaðurin eru á samanstoytskós. Lánsbrævamarknaðurin væntar longu munandi rentulækkingar frá miðbankunum í 2025. Men tað er bara realistiskt, um vøksturin og harvið møguleikin fyri vinningi hjá fyritøkunum, viknar. Og tað gongur beint í móti tí, sum mann væntar á partabrævamarknaðinum. Partabrævagreinarar vænta størri inntøkuvøkstur enn í undanfarnu ársfjórðingum, men hendir tað, so fara miðbankarnir helst ikki at lækka renturnar nevnivert. Komandi roknskaparsesongin, sum byrjar nakað inni í oktober, fer at siga okkum nógv um støðuna hjá ymsu fyritøkunum.

Og so er prísásetingin á mongum parta- og virkislánsbrøvum rættiliga høg. Serliga á amerikonskum partabrøvum, meðan kinesisk partabrøv eru sera bílig og nógv onnur partabrøv liggja í miðjuni. Men hetta merkir samanumtikið, at nøkur av teimum góðu tíðindunum longu eru tikin við í børskursirnar.


18. november 2024
Marknaðarkunning fyri oktober 2024
28. oktober 2024
TIL SØLU ELLA LEIGU
08. oktober 2024
Marknaðarkunning fyri september 2024
27. september 2024
10 ára starvsdagur á LÍV
18. september 2024
Marknaðarkunning fyri august 2024
17. juni 2024
Marknaðarkunning fyri mai 2024
14. mai 2024
Marknaðarkunning fyri apríl 2024
03. mai 2024
Tíðindaskriv - Ársfrágreiðing 2023
Sí fleiri