Marknaðarkunning fyri desember 2024
Negativur endi á 2024, sum var eitt positivt íløguár, men stórir munir á
avkøstum
Eitt megnar partabrævaár, sum hevur givið upp í 25% í avkasti á
alheimspartabrøvum endaði við einum lítlum kursfalli í desember upp á 0,4%. Men
hetta lítla fallið fevnir tó um stóran vøkstur í nøkrum fáum amerikonskum tøkni-partabrøvum, tey sonevndu Magnificent-7, og annars kurstap í stórum pørtum av
restini av marknaðinum.
Donsk partabrøv høvdu enn ein vánaligan mánað, har tey vórðu drigin niður av
einum stórum falli í Novo-partabrævinum og endaðu desember við einum falli upp á
3,9%. Um hugt verður at øllum 2024, endaði avkastið við einum lítlum minusi upp á
0,6% ella heili 33 prosentstig lægri enn avkastið hjá ársins vinnara, teimum
amerikonsku partabrøvunum. Hetta er annað árið á rað, at donsk partabrøv liggja so
langt aftanfyri.
Í USA eru longu renturnar løgið nokk farnar upp, síðani amerikanski miðbankin Fed, í
heyst fór undir at lækka stuttu rentuna. Rentuhækkingin í USA hevur lutvíst smittað
renturnar í Evropa og Danmark, og tí var avkastið á lánsbrøvum eisini negativt í
desember. Undantakið er váðafullu vinnulánsbrøvini, tey sokallaðu high yield - lánsbrøvini, sum kastaðu eitt lítið pluss av sær.
Hví? Bjartskygni um vitlíki, nýggj inflatión og skuldarófriður, ”Trump-handilin”
steðgar upp
Amerikanski búskapurin heldur fram við at yvirraska positivt við størri vøkstri og fleiri
nýggjum arbeiðsplássum enn væntað. Samstundis er inflatiónin farin at vaksa aftur,
eftir at hon annars var fallin nógv – so nógv, at hon nærkaðist málinum hjá Fed, sum
er at tola príshækkingar upp í mesta lagi 2% um árið. Inflatiónin í USA veksur í løtuni
2,7%, og pílurin peikar uppeftir.
Vakstrar- og inflatiónstølini, ið eru hægri enn áður væntað, minka um álitið á, at Fed
framhaldandi fer at lækka stuttu renturnar, sum tey annars hava sagt seg vænta at
gera í 2025. Hetta trýstir renturnar upp. Rentan hækkar eisini orsakað av stúranini
fyri skuldarstøðuni í USA. USA koyrir í hesum árum við risastórum halli á
fíggjarlógini, sum vanliga bara síggjast í kreppu- ella krígstíðum. Til tess at fíggja
stóra holið í fíggjarlógini skulu nógv statslánsbrøv seljast á marknaðinum.
Hægri rentur hava við sær, at marknaðarvirðið á verandi lánsbrøvum fellur, og verða
lánsbrøvini sostatt bíligari at keypa og meira lokkandi samanborið við partabrøv. Tí
eru rentuhækkingarnar eisini farnar at tálma partabrævavøkstrinum. Men framvegis
hoyrast bjartskygdar røddir um vitlíki frá fremstu tøknifyritøkunum, og tí klára tey seg
betur enn restin av partabrævamarknaðinum. Tó eru tekin um broytingar, tí
tøknipartabrøvini eru høgt virðismett í løtuni.
Umframt hægri rentuna hevur partabrævamarknaðurin í 2025 eisini avbjóðingar
orsakað av stórum væntanum. Eitt er, at nógv partabrøv verða seld við høgari
virðisáseting, og eitt annað er, at partabrævagreinarar vænta, at feløgini kunnu økja
um longu stóra vinningin við 15-20 prosentum afturat í ár.
Alt bíðar eftir Trump
Øll bíða spent eftir at síggja, hvønn politikk Trump fer at føra, tá ið hann verður
forseti aftur 20. januar 2025. Einki er vist, halda flestu serfrøðingar, tí Trump er
kendur fyri at siga nógv, ið ofta fer í ymsar ættir. Tað er støðan í Grønlandi seinastu
vikurnar eitt gott dømi um.
Í løtuni verður tosað um eina positiva støðu og eina negativa støðu tíðina eftir 20.
januar:
- Positiv støða: Størri vøkstur og vinningur orsakað av lægri skattum í USA,
minni inflatiónstrýst orsakað av størri amerikanskari oljuframleiðslu og avtala
við Kina um handil og ein loysn upp á støðuna í Ukraina. - Negativ støða: Hækkandi rentur og størri inflatión trýsta alheims
bústaðarmarknaðir, serstakliga tann amerikanska og partar av
húsarhaldsnýtsluni. Samstundis fellur heimshandilin, tí handilsfelagarnir hjá
USA finna seg ikki í hægri tolli á sínar vørur frá Trump, og tí svara tey aftur.
Eitt víðfevnt handilskríggj við hægri tolli á vørum úr Kina og ES fer at hava við sær,
at amerikanska inflatiónin økist við upp í 2 prosentstig eins og vøksturin verður lægri,
og tískil elva til stagflatión. Og so býttur er Trump ikki, halda nógvir serfrøðingar.
Hann verður kanska eisini forðaður av tí, at veljararnir eru í móti hækkandi
brúkaraprísum, og at Kina kann raka USA hart við einum aftursvari.
Stórur fíggindaskapur er móti Kina tvørtur um floksmarkið í USA, og Peter Navarro,
sum er sera atfinningarsamur mótvegis Kina, er komin upp í toymið hjá Trump. Hesi
viðurskifti tala fyri einari harðari tilgongd til Kina.
Vit vita nógv betur eftir 20. januar.