Marknaðarkunning fyri januar 2025

Positiv byrjan upp á íløguárið 2025 við evropeiskum partabrøvum í oddanum
2025 byrjaði væl á alheims fíggjarmarknaðum. Altjóða partabrøv kastaðu heili 3 prosent av
sær í januar, lánsbrøv lógu um null, meðan tey váðafúsaru kreditt lánsbrøvini (vinnulánsbrøv
og hárentulánsbrøv) høvdu avkast upp á millum 0,5 og 1,3 prosent.
Serliga evropeisk og norðurlendsk partabrøv hava fingið góða byrjan á
partabrævamarknaðinum í 2025. Tey vuksu við ávikavist 6,5 og 4,8 prosentum í januar.
Partabrøv í Kina eru eisini farin væl upp í virði. Donsk partabrøv skuffaðu av nýggjum við
einum falli upp á 0,2 prosent, men gongdin tykist at vera betri nú fyrst í februar. Tey stóru
amerikonsku tøkni-virðisbrøvini – tey sokallaðu Magnificent-7 – sum hava kastað sera væl
av sær seinastu árini, eru hinvegin fallin nakað.
Á lánsbrævamarknaðinum vaks munurin millum stytru og longu renturnar í januar, av tí at
stytru renturnar fullu eitt sindur, meðan tær longru vuksu eitt vet. Eftirspurningurin eftir
vinnulánsbrøvum var positivur í síðsta mánaði, sjálvt um eyka rentan í mun við tey tryggu
ríkislánsbrøvunum er nær við metlág.
Nógvir rávøruprísir vuksu enn meira í januar, og serliga prísurin á gulli og silvuri er farin nógv
upp.
Hví? Trump elvir til gleði og óvissu og ófriður um vitlíki
Hóast forsetaskiftið í USA hevur elvt til størri fíggjarliga og geopolitiska óvissu, hava
avkøstini í januar verið góð. Hóttanir um revsitoll á handilssamstørv skapar eisini óvissu
millum íleggjararnar. Og tað sama gera ætlanir um stórar sparingar í almenna geiranum í
USA.
Breið semja er um, at eitt alheims handilskríggj fer at raka heimsbúskapin meint og serliga
partabrævamarknaðirnar. Men fyribils væntar marknaðurin, at hóttanirnar um revsitoll og
møgulig aftursvar frá handilssamstørvunum hjá USA ikki fara at vera so galin. Hinvegin
væntast, at Trump fer at lækka partafelagsskattin enn meira og taka burtur nógvar
reglugerðir, sum serliga íleggjarum í partabrøv dámar væl.
Framgongdin hjá teimum stóru tøkni-partabrøvunum í USA er uppsteðgað eitt sindur. Hetta
kemst av sera høgari prísáseting, skuffandi roknskapum og tíðindum um, at Kina mennir
bílig vitlíkismodell, sum kunnu máta seg við tey sera dýrt mentu amerikonsku modellini.
Íleggjararnir óttast tí fyri, at vitlíki ikki fer at hava so nógva inntøku við sær sum væntað
orsakað av hørðu kappingini úr Kina.
Búskapurin í USA heldur eisini fram við at vaksa, hóast nøkur tekin um veikleikar í
byggigeiranum. Vøksturin í evropeiska búskapinum er nakað minni, og tað sama er galdandi
fyri inflatiónina. Tí hevur amerikanski miðbankin steðgað sínum rentulækkingum, meðan
evropeiski miðbankin heldur fram við sínum, sum gagna stytru rentunum í Evropa og í
Danmark.
Alt bíðar framvegis eftir Trump
Íleggjarar um allan heimin hava bíðað í spenningi eftir at vita, hvørjum politikki Donald Trump
fór at koma við, eftir at hann tók við aftur sum forseti tann 20. januar. Nógv er komið fram nú,
men framvegis valdar stór óvissa um hansara veruligu ætlanir á teimum stóru politisku
økjunum, sum hava týdning fyri fíggjarmarknaðirnar. Hetta er galdandi fyri bæði vavið av
almennu sparingunum, hvussu revsitollur verður brúktur móti handilssamstørvunum og
hvussu hesi reagera. Ikki minst, hvussu ES og Kina fara at reagera.
Sigast kann, at marknaðurin veit meira nú, men so kortini ikki. Tí politiskar útsagnir frá
Donaldi Trump komandi tíðina fara framvegis at kunna skapa rembingar á gjaldsoyra-,
partabræva- og lánsbrævamarknaðunum.
Fokus verður eisini á konjunkturgongdina í USA og Evropa, á pengapolitikkin hjá Fed og
ECB og hvussu kinesiska stjórnin handfer stígin, sum er komin í kinesiska búskapin og
álvarsomu afturgongdina á sethúsamarknaðinum.
Harafturat fer vitlíkismenningin kanska at fáa stóran týdning, og her eru tvær hugsandi
støður:
- Positiva støðan: Teir flestu tøkni-toppstjórarnir í USA halda ikki, at bílig vitlíkismodell
úr Kina so sum Deepseek fara at undirgrava sínar møguleikar fyri vinningi. Hinvegin
fer bíligari atgongd til vitlíkis-tøknina at økja um eftirspurningin, og harvið at halda
bæði vinningi og partabrævakursinum uppi. - Negativa støðan: Nógvir tøkni-serfrøðingar og búskaparfrøðingar halda, at
amerikonsku tøkni-risarnir gera ov nógvar íløgur í vitlíki og annað so sum teldukipp,
dátusentur, netverk og so framvegis. Hetta kann sigast at minna um, tá ið mann seint
í hálvfemsunum gjørdi íløgur í hópatali í internetið, sum so aftur hevði við sær
búskaparliga niðurgongd.
Sostatt kann væntast, at fíggjarmarknaðirnir fara at halda vakið eyga við Trump, vitlíkismenningini, konjunkturunum og pengapolitikkinum hjá teimum stóru miðbankunum, og tað
fer at hava avgerandi týdning fyri tey avkøst, sum verða heystað næstu mánaðirnar.