Tíðindaskriv og kunning

Marknaðarkunning fyri mars 2024

09. apríl 2024

Partabrævavøksturin helt fram í mars, vaksandi rávøruprísir bjóða rentunum av

 

Góða gongdin á partabrævamarknaðinum helt fram í mars og endaði við einum framstigi upp á 3,5 prosent, og harvið hava alheims partabrøvini havt eitt avkast upp á heili 10,7 prosent í fyrsta ársfjórðingi. Inntil fyri nøkrum mánaðum síðani hevur framgongdin á partabrøvum verið avmarkað til nøkur fá virki – í USA tey, sum verða kalla Magnificient-7 tech-partabrøvini (Microsoft, Apple, Google, Amazon, Meta, Tesla og Nvidia) og í Danmark fyrst og fremst Novo. Men í februar og inn í mars mánað er virðið á fleiri øðrum partabrøvum eisini farin upp, og tað er positivt tekn.

 

Verður hugt neyvari at gongdini, er tað tó fyrst og fremst partabrøvini, sum ávirkast av konjunkturum, ið vaksa mest í hesum tíðum. Tað vil siga virki, hvørt vinningur sveiggjar upp og niður samsvarandi gongdini í heimsbúskapinum. Hetta er galdandi fyri til dømis bankar, olju- og námsvirki og fyritøkur í ídnaði og tøkni.

 

Donsk og norðurlendsk partabrøv høvdu eisini góða gongd í mars og vuksu 3,0-3,5 prosent. Tey hava kastað av sær ein vinning upp á næstan 8 prosent higartil í ár.

 

Mars og allur fyrsti ársfjórðingurin hava verið hóvligari á lánsbrævamarknaðinum enn á partabrævamarknaðinum. Rentufallið í fleiri mánaðir í heyst er steðað, og longu renturnar eru øktar eitt vet, um enn tær lækkaðar eitt kvink í mars. Rentan á virkislánsbrøvunum og hárentulánsbrøvunum hevur verið rættiliga støðug. Samanumtikið góvu tey ymsu sløgini av lánsbrøvum eitt lítið avkast frá sær í mars mánaði. Higatil í ár er eitt lítið hall á longu lánsbrøvunum orsakað av høgu rentunum, meðan hini lánsbrøvini hava givið ein vinning upp á 0-2%. Ein merkisverd broyting í mars hevur verið vaksandi prísir á fleiri rávørum, millum annað á olju, kopari, gulli og silvuri.

 

 

Hví? ”Guldlok”, bíðandi miðbankar og positiv vakstrartekin

Tað er framhaldandi positiva samansetingin av góðum vakstrar- og inflatiónstølum – ”Guldlok”-støðan – serliga í USA, sum varðveitir góða partabrævavøksturin. USA er størsti og týdningarmesti búskapur í heiminum, og amerikanski partabrævamarknaðurin er eisini uttan samanbering heimsins størsti og týdningarmesti og telur heili 64 prosent av alheims partabrævamarknaðinum.

 

”Guldlok”- støðan eitur soleiðis, tí búskapurin hvørki er ov kaldur – tað merkir í afturgongd við vaksandi arbeiðsloysi og minkandi vinningum – ella ov heitur – við vaksandi inflatión og rentum – men er akkurát passaliga flógvur. Summir búskaparfrøðingar lýsa støðuna eisini sum ta ”bleytu lendingina”.

 

Tað er serliga í ”Guldlok”-støðuni, at vit síggja teir positivastu mánaðirnar, tá ið umræður vinning á millum annað partabrøvum og virkislánsbrøvum, men tað er eisini positivt fyri til dømis fastognarmarknaðin. So leingi trúgvin upp á ”Guldlok”-støðuna er óskalað, eru góðir møguleikar fyri, at gongdin og avkøstini á fíggjarmarknaðunum eru rímiliga positiv.

 

”Guldlok”-støðan er tó merkt nakað av einum byrjandi, men óvæntaðum størri alheims búskaparvøkstri. Fleiri ídnaðarfyritøkur siga seg hava fingið tómt stórar goymslur, og tær fáa nú aftur fleiri bíleggingar eftir longri og ógvusligan steðg. Samstundis koma ábendingar um vøkstur í Kina óvart á. Hesi bæði tilsamans fáa eftirspurningin eftir rávørum at vaksa. Eisini er serliga oljuprísurin trýstur upp av øktari geopolitiskari óvissu um kríggið í Ukraina og stríðið í Gasa.

 

Higartil hava hægri rávøruprísirnir, ikki minst á ráolju, tó ikki trýst inflatiónina nakað nevnivert uppeftir, tí aðrir prísir eru farnir niður. Tí vænta bæði evropeiski miðbankin, ECB, og tann amerikanski, Fed, at teir fara at lækka rentuna seinni í ár. Tað bøtir eisini um støðuna á fíggjarmarknaðunum.

 

Men serliga í USA, har arbeiðsmarknaðurin er trýstur, er vandin fyri, at hægri rávøruprísir kunnu fáa inflatiónina til at bíta seg fasta í 3,5-4 prosent, sum er nakað væl oman fyri málið hjá Fed upp á 2 prosent. Hendir tað, er støðan á marknaðunum knapt so heppin, tí renturnar verða trýstar upp, og lánsbrævavirðini trýst niður við vanda fyri negativari ávirkan á partabrævamarknaðin.

 

Næstu tíðina er fokus á vøkstur og inflatión, miðbankar, roknskapir og geopolitikk

Fíggjarmarknaðirnir fara av tí sama í næstum at halda vakið eyga við gongdini í vakstrar- og inflatiónsdátunum fyri at finna tekin, um inflatiónin minkar so skjótt sum væntað, ella um hon bítur seg fasta, og at renturnar tískil ikki lækka fyribils. Serstakliga verður hildið eyga við ábendingum um vøkstur í USA og Kina fyri at síggja, um teir báðir størstu búskapirnir í heiminum framhaldandi megna at halda hjólini malandi.

 

Eftirlit er eisini við alheims geopolitisku menningini. Gongdin í Miðeystri fer fyrst og fremst at ávirka fíggjarmarknaðin, um stríðið versnar og fær oljuprísirnar at vaksa. Tað er nakað, sum bendir á, at prísvøksturin er farin í gongd eftir áhaldandi ukrainsku dronuálopini á russiskan oljuútbúnað.

 

Virki í øllum heiminum fara næstu 4-8 vikurnar eisini at almannakunngera áhugaverdar roknskapir fyri fyrsta ársfjórðing 2024. Høvuðsdentur verður serliga lagdur á, hvussu metingarnar um marknaðarstøðuna í øðrum ársfjórðingi og longri inn í 2024 eru.

 

 


17. desember 2024
Marknaðarkunning fyri november 2024
11. desember 2024
LÍV hevur longt stuðuls­avtaluna við Rescue LÍV
10. desember 2024
Havnar Handverkara­felag og LÍV hava gjørt nýggjan sáttmála
03. desember 2024
Starvsdagar á LÍV
28. november 2024
LÍV ER HØVUÐSSTUÐUL HJÁ BÓKAKLUBBA­NUM Í FØROYUM
18. november 2024
Marknaðarkunning fyri oktober 2024
28. oktober 2024
TIL SØLU ELLA LEIGU
08. oktober 2024
Marknaðarkunning fyri september 2024
Sí fleiri