Tíðindaskriv og kunning

LÍV brúkar nú Samleikan

17. desember 2020

LÍV er fyrsti tænastuveitari, sum fær Samleikan uttan fyrst at hava MínLykil. Kundar hjá LÍV kunnu nú brúka sín talgilda samleika og rita inn á Mítt LÍV, umvegis nýggju heimasíðuna hjá LÍV

LÍV er størsti eftirlønarveitari á føroyska marknaðinum og hevur fleiri enn 26.000 tryggingar. LÍV umsitur stóran part av uppsparingini hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum, og skal tryggja lívskorini hjá meirilutanum av føroyingum á ellisárum. LÍV vil veita eina góða tænastu til fakfeløg, vinnufyritøkur og einstaklingar. Viðskiftafólkini hjá LÍV kunnu nú brúka somu talgildu atgongd, sum tey brúka í øðrum sambandi. Við Samleikanum verður ritað inn trygt og einfalt, samstundis sum Samleikin tryggjar, at tað bert er rætti viðkomandi, sum fær atgongd til upplýsingarnar.
Samleikin hevur stóran týdning fyri virksemi hjá LÍV, og hevur LÍV stuðlað verkætlanini hjá Talgildu Føroyar frá byrjan.
“LÍV hevur verið ein aktivur viðleikari í tilgongdini hjá Talgildu Føroyum, og gleðast vit um, at vit eru fyrsti tænastuveitari, sum kann bjóða kundum okkara hendan møguleika” sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.

LÍV hevur eisini fyrireikað seg á aðrar mátar at gerast meira talgild. Ein partur av fyrireikingini til hesa tilgongd hevur verið, at LÍV hevur gjørt nýggja heimasíðu, og skjótt verður nýggj KT skipan og nýggjur kundaportalur tikin í nýtslu, sum ger tað smidligari at veita kundunum eina góða tænastu.

Omanfyri 7000 føroyingar brúka longu Samleikan.
Meira kann lesast um Samleikan á www.samleikin.fo.


22. apríl 2024
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
22. apríl 2024
33 nýggjar íbúðir á Argjum
09. apríl 2024
Marknaðarkunning fyri mars 2024
04. apríl 2024
INNKALLING - til eykaaðalfund í Umboðsráð­num LÍV (Ognarfelagið LÍV)
04. apríl 2024
INNKALLING - til ársaðalfund í Umboðsráð­num LÍV (Ognarfelagið LÍV)
18. mars 2024
Marknaðarkunning fyri februar 2024
12. mars 2024
30 og 10 ára starvsdagar á LÍV
30. januar 2024
Tíðindarskriv frá Tryggingareftirlitinum
Sí fleiri