Tíðindaskriv og kunning

Tíðindarskriv frá Tryggingareftirlitinum

30. januar 2024

Øll tey føroysku lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir hava sjálvboðið gjørt eina

sínámillum avtalu um betri kunning til tann einstaka kundan um teir kostnaðir, ið kundin rindar

fyri sína eftirlønaruppsparing

Avtalan er gjørd ímillum:

  •  P/F Tryggingarfelagið Lív
  •  P/F Betri Pensjón
  •  Eftirlønargrunnur Løntakaranna (Lívsverk)
  •  P/F NordikLiv Lívstryggingarfelag

Avtalan merkir, at einaferð um árið skal felagið á ein skipaðan hátt upplýsa einstaka eftirlønarkundan

um, hvussu nógv hann hevur rindað í krónum og í prosentum fyri sína eftirlønaruppsparing. Feløgini

hava sambært avtaluni bundið seg til at brúka sama uppgerðarhátt, og grannskoðararnir skulu tryggja,

at feløgini halda avtaluna.

Avtalan kemur í gildi soleiðis, at í seinasta lagi 1. september 2024 skal einstaki eftirlønarkundin fáa

upplýst, hvussu nógv hann í 2023 hevur goldið í krónum og í prosentum fyri sína eftirlønaruppsparing.

Avtalan fevnir ikki um eftirlønaruppsparing í peningastovnum.

Talan er so at siga um somu sjálvbodnu avtalu, sum lívstryggingarfeløg og tvørgangandi

eftirlønargrunnar í Danmark hava um at fylgja sonevnda “Omkostningshenstilling” frá áhugafelagnum

Forsikring & Pension, F&P.

Endamálið við skipanini er, at tað skal vera greitt, hvørjar kostnaðir kundin rindar fyri at hava sína

eftirlønarskipan. Síðani 2010 hava øll donsk feløg, á ein skipaðan hátt, roknað og upplýst sínar

eftirlønarkundar um ÁKK (árliga kostnaðin í krónum) og ÁKP (árliga kostnaðin í prosentum).

Nevndirnar og stjórnirnar í føroysku lívstryggingarfeløgunum og eftirlønargrunnunum hava verið samd

um, at feløgini skulu miða eftir, at einstaki eftirlønarkundin fær eina kunning um kostnaðir, sum er á

sama støði sum donsk feløg geva sínum eftirlønarkundum. Feløgini hava tí í samstarvi við

Tryggingareftirlitið síðani 2018 arbeitt við at seta í verk eina samsvarandi skipan fyri føroysku

eftirlønarkundarnar.

 

 

hesi tilgongdini hava feløgini í samstarvi við Tryggingareftirlitið:

  •  Hildið kunningar- og byrjanarfund (temadag) við F&P í 2020.
  •  Gjørt royndarfráboðanir fyri 2020, 2021 og 2022 við støði í “Omkostningshenstillingen” hjá F&P

(seinast LP-information 3/23), við neyðugum tillagingum til føroysk viðurskifti.

  •  Hildið fleiri felags eftirmetingarfundir, seinast tann 15. september 2023, har tann endaliga

avtalan varð staðfest.

Í allari tilgongdini hava partarnir verið konstruktivir og samstarvssinnaðir, og Tryggingareftirlitið og

feløgini eru sera fegin um, at tað nú hevur eydnast feløgunum at gera eina sjálvbodna sínámillum avtalu

um ÁKK/ÁKP til gagns fyri einstaka eftirlønarkundan.

Til ber at lesa avtaluna á heimasíðuni hjá Tryggingareftirlitinum: www.tryggingareftirlitid.fo

 

Tryggingarfelagið Lív

Betri Pensjón

Lívsverk

NordikLív

Tryggingareftirlitið


22. apríl 2024
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
22. apríl 2024
33 nýggjar íbúðir á Argjum
09. apríl 2024
Marknaðarkunning fyri mars 2024
04. apríl 2024
INNKALLING - til eykaaðalfund í Umboðsráð­num LÍV (Ognarfelagið LÍV)
04. apríl 2024
INNKALLING - til ársaðalfund í Umboðsráð­num LÍV (Ognarfelagið LÍV)
18. mars 2024
Marknaðarkunning fyri februar 2024
12. mars 2024
30 og 10 ára starvsdagar á LÍV
30. januar 2024
Tíðindarskriv frá Tryggingareftirlitinum
Sí fleiri