Tíðindaskriv og kunning

30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík

22. apríl 2024

Tryggingarfelagið LÍV og Sp/f Kanjon hava gjørt eina avtalu um bygging av 30 leiguíbúðum í miðbýnum í Klaksvík. Verkætlanin, ið er ment saman við Kanjon og SNA, fevnir um 30 leiguíbúðir og eitt vinnuhøli. Avtala er gjørd við P/F Nema, ið kemur at hava handil og skrivstovu í hølunum.

 

LÍV hevur leingi havt eitt ynski um at virka á og stuðla uppundir leiguíbúðarmarknaðin, og hevur við hesi avtalu nú gjørt avtalur um íalt 85 leiguíbúðir í Havn og í Klaksvík. Arbeitt verður við at finna eina smidliga loysn til møguligan biðilista og umsiting av leigumálunum. Kunna verður nærri, tá ið íbúðirnar vera klárar at leiga út.

 

Fyrsta stigi í hesum arbeiði væntast at fara í gongd beinanvegin og verða íbúðirnar væntandi klárar at taka í nýtslu á sumri 2026.

 

Hetta er eisini eitt neyðugt stig, tí sambært Búskaparráðnum, er mangulin uppá bústaðir ein týðandi fløskuhálsur. Somuleiðis hevur Klaksvíkar Kommuna víst stóran áhuga í at nøkta tann økta bústaðartørvin í kommununi og hevur verið ein týðandi viðspælari í tilgongdini til hesa verkætlan.

 

Jan Jakobsen, stjóri í LÍV sigur:

”Endamálið hjá LÍV er at tryggja kundum okkara eina munagóða virðisøking av teirra eftirlønaruppsparing og at íløgurnar eisini skulu koma kundum okkara, og føroyska samfelagnum, til góðar. Leiðslan hjá LÍV er sannførd um, at við hesi verkætlan, verða hesi málini nádd."


03. desember 2024
Starvsdagar á LÍV
28. november 2024
LÍV ER HØVUÐSSTUÐUL HJÁ BÓKAKLUBBA­NUM Í FØROYUM
18. november 2024
Marknaðarkunning fyri oktober 2024
28. oktober 2024
TIL SØLU ELLA LEIGU
08. oktober 2024
Marknaðarkunning fyri september 2024
27. september 2024
10 ára starvsdagur á LÍV
18. september 2024
Marknaðarkunning fyri august 2024
17. juni 2024
Marknaðarkunning fyri mai 2024
Sí fleiri