Tíðindaskriv og kunning

Føroya Handverkarafelag og LÍV hava gjørt nýggja avtalu

17. desember 2021

Við varandi óarbeiðsføri fáa limir í Føroya Handverkarafelag eina veiting á kr. 200.000.

Føroya Handverkarafelag og LÍV hava undirskrivað eina nýggja avtalu, og við hesi verður víðkað um fulnaðirnar í samlagstryggingini. Nýtt í avtaluni er ein veiting á kr. 200.000, við einari niðurtrapping við varandi óarbeiðsføri. Veitingin verður útgoldin í einum.

Við nýggju avtaluni hevur Føroya Handverkarafelag tryggjað sínar limir enn betri, soleiðis, at hesir nú eisini fáa útgoldið eina trygging í einum um teir gerast varandi óarbeiðsførir.

Frammanundan eru limirnir tryggjaðir við deyða, einari veiting útgoldin í einum til barnið/børnini, um limurin doyr, deyða hjá hjúnarfelaga/sambúgva, ávísar hættisligar sjúkur hjá sær sjálvum ella børnum undir 18 ár, inngjaldstrygging og hoyritól. Umframt hesar nevndu tryggingar hava limir rætt til eina skattafría lokaupphædd tá teir gerast 67 ár.

Allir limir í felagnum fáa tryggingarnar uttan at lata inn heilsuupplýsingar. Á hendan hátt fáa limirnir í Føroya Handverkarafelag eina røð av góðum tryggingum til sera lagaligar treytir. Við nýggju avtaluni kunnu limirnir kenna seg enn tryggari.

Broytingarnar í nýggju avtaluni koma í gildi 1. januar 2022.  


17. juni 2024
Marknaðarkunning fyri mai 2024
14. mai 2024
Marknaðarkunning fyri apríl 2024
03. mai 2024
Tíðindaskriv - Ársfrágreiðing 2023
22. apríl 2024
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
22. apríl 2024
33 nýggjar íbúðir á Argjum
09. apríl 2024
Marknaðarkunning fyri mars 2024
04. apríl 2024
INNKALLING - til eykaaðalfund í Umboðsráð­num LÍV (Ognarfelagið LÍV)
04. apríl 2024
INNKALLING - til ársaðalfund í Umboðsráð­num LÍV (Ognarfelagið LÍV)
Sí fleiri