Tíðindaskriv og kunning

Marknaðarkunning

01. juli 2022

Rentuhækkingar ávirka uppsparingar við lágum váða

Fyrra hálvár hevur upp á fleiri mátar verið sera avbjóðandi viðvíkjandi íløgum. Orsøkin er serliga tann, at ógvusliga hækkingin í inflasjónini kom so brádliga. Hækkingin hevur fingið renturnar at hækka lutfalsliga skjótt og samstundis byrjar ein ótti fyri búskaparligari afturgongd. Hetta verður av búskaparfrøðingum rópt ”stagflasjón”.

Stagflasjón er samansett av orðunum ”stagnation” og ”inflation”. Tá talan er um stagflasjón, so minkar virksemi í búskapinum og samstundis hækkar inflasjónin, sum ger, at prísir hækka t.d. olja, matur, bilar, klæði, tilfar o.s.fr. Stagflasjón er eitt tað ringasta, sum kann henda fyri fíggjarmarknaðin. T.d. hægri inflasjón ger, at keypiorkan versnar, so inntøkumøguleikarnir hjá fyritøkunum versna og ávirka harvið partabrævakursin. Avleiðingin av stagflasjón er, at bæði parta- og lánsbrøvini fáa kurstap, sum ikki hendir ofta.

Kurstapini á parta- og lánsbrøvunum, sum henda samstundis, gera, at uppsparingar við lágum váða, har innihaldið hevur høgt lutfall av lánsbrøvum, hava næstan líka stórt kurstap, sum uppsparingar við hægri váða, har íløgubólkurin hevur høgt lutfall av partabrøvum.

Seinast í mai var avkastið á íløgubólkinum MRhá og MRlág ávíkavist -7,7% og -5%. MRlág hevur eitt hægri lutfall av lánsbrøvum enn MRhá, sum ger, at sveiggini á MRhá eru søguliga hægri enn MRlág. Tað er sera sjáldan, at MRlág hevur havt líknandi avkast, sum nú.

Eingin veit, hvussu leingi núverandi rentuhækkingar halda á, ella hvussu gongdin hjá t.d. MRlág verður. Men nógv er treytað av gongdini í inflasjónini, sum í løtuni gongur skeiva vegin. Tó so eru tvey viðurskifti, sum tala fyri, at stóru kurstapini á t.d. lánsbrøvum ikki halda fram. Nógvir serfrøðingar vænta, at inflasjónin komandi árið lækkar. Hendir tað, so vil hækkingin í rentunum væntandi steðga upp. Tá kann væntast, at effektiva rentan á mongum lánsbrøvum er hækkað 2-4%, sum framyvir gevur eitt hægri leypandi avkast, tí rentan er hækkað.


24. mai 2023
Mentan­arnáttin 2. juni 2023
02. mai 2023
Tíðindaskriv - Eitt avbjóðandi 2022
24. apríl 2023
Dámar tær eisini væl at hava skil á tølunum?
03. apríl 2023
INNKALLING - til ársaðalfund í Umboðsráð­num LÍV (Ognarfelagið LÍV)
28. mars 2023
Tíðindaskriv
31. januar 2023
Umboðs­ráðið hjá Ognarfelag­num LÍV er valt
15. november 2022
Umboðs­ráð­sval
01. juli 2022
Marknaðarkunning
Sí fleiri