Tíðindaskriv og kunning

Dámar tær eisini væl at hava skil á tølunum?

24. apríl 2023

Hevur tú hug at arbeiða við tølum? Og hevur tú hegni og áræði til at optimera arbeiðsgongdir? So er tað tær, vit leita eftir.

Starvið

Vit sóknast eftir einum dugnaligum roknskaparfólki, ið hevur gott yvirlit og samstundis dugir at fara niður í smálutir. Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum kreditorbókhald, lønarflytingar, anlegg og avskrivingar. Aðrar uppgávur eru at stemma av, m.a. bankaavstemman. Tað hevur týdning, at tú hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir.

Á LÍV arbeiða vit støðugt við at optimera arbeiðsgongdir og at gerast meira sjálvvirkandi, og hesum verður tú eisini partur av.

Vit arbeiða í Navision og LøttLøn. Harumframt hava vit eina kjarnuskipan, ið er ein kundaskipan, sum er tillagað okkara virksemi.

Tú verður partur av roknskapartoyminum, ið er í tøttum samstarvi við hini á fíggjardeildini, ið telur níggju fólk.

 

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við Navision og LøttLøn og at arbeiða við stórum dátumongdum.

Vit vænta, at tær dámar væl at samstarva og samskifta, og at tú arbeiðir sjálvstøðugt. Tú setur eina æru í, at arbeiðið er væl úr hondum greitt, og ert sinnað/ur at arbeiða meira, tá nógv er at gera.

 

LÍV

LÍV samtakið fær árliga umleið 450 mió.kr. í inngjøldum frá fleiri enn 20.000 kundum. Á LÍV stremba vit eftir at veita kundum okkara eina dygdargóða tænastu.

Vit stremba eftir at hava væl skikkaði starvsfólk, sum verða førleikament eftir tørvi. Tú kemur at hava ávirkan á egið arbeiði og skipan av arbeiðsdegnum. Tú kemur at starvast saman við umleið 30 eldhugaðum starvsfelagum á skrivstovu okkara í Kopargøtu 1 í Tórshavn.

 

Setanarviðurskifti

Tú verður lønt/ur eftir sáttmála millum LÍV og YTF. Á LÍV er full arbeiðsvika 35 tímar, umframt hálvan tíma døgurðasteðg. Eftirlønin er 18% og góðar persónligar tryggingar er ein partur av setanini.  

 

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og lívsrensli skal sendast til starv@liv.fo í seinasta lagi mánadagin 8. mai.

Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú skriva til Tordis Debes Eiriksfoss, fíggjarleiðara, á tordis@liv.fo ella ringja á 231114.


17. juni 2024
Marknaðarkunning fyri mai 2024
14. mai 2024
Marknaðarkunning fyri apríl 2024
03. mai 2024
Tíðindaskriv - Ársfrágreiðing 2023
22. apríl 2024
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
22. apríl 2024
33 nýggjar íbúðir á Argjum
09. apríl 2024
Marknaðarkunning fyri mars 2024
04. apríl 2024
INNKALLING - til eykaaðalfund í Umboðsráð­num LÍV (Ognarfelagið LÍV)
04. apríl 2024
INNKALLING - til ársaðalfund í Umboðsráð­num LÍV (Ognarfelagið LÍV)
Sí fleiri