Tíðindaskriv og kunning

Hug at gerast tryggingarnæmingur?

18. juli 2023

Vit sóknast eftir næmingi, ið hevur gott yvirlit og samstundis dugir at fara niður í smálutir.

 

Starvið

Hevur tú hug at arbeiða við kundum? Og hevur tú hegni og áræði at læra? So er tað tær, vit leita eftir.

Vit sóknast eftir næmingi, ið hevur gott yvirlit og samstundis dugir at fara niður í smálutir. Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum kundaavgreiðsla. Arbeiðið inniber eisini, at tú hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir.

Á LÍV arbeiða vit støðugt við at optimera arbeiðsgongdir og at gerast meira sjálvvirkandi, og hesum verður tú eisini partur av.

Tú verður partur av fyrisitingartoyminum, ið er í tøttum samstarvi við hini á kundadeildini, ið telur 12 fólk.

 

Tað er ein treyt, at tú hevur miðnámsútbúgving.

Vit vænta, at tær dámar væl at samstarva og samskifta, og at tú arbeiðir sjálvstøðugt. Tú setur eina æru í, at arbeiðið er væl úr hondum greitt, og ert sinnað/ur at arbeiða meira, tá nógv er at gera.

 

Útbúgvingin

Lærutíðin er tvey ár og byrjar 1. september 2023. Skúlagongdin er í Føroyum og er skipað í samstarv við Forsikringsakademiet. Tú kanst lesa meira um útbúgvingina og møguleikum fyri víðari lestri á www.foak.dk.

 

 

LÍV

LÍV samtakið fær árliga umleið 450 mió.kr. í inngjøldum frá fleiri enn 20.000 kundum. Á LÍV stremba vit eftir at veita kundum okkara eina dygdargóða tænastu.

Vit stremba eftir at hava væl skikkað starvsfólk, sum verða førleikament eftir tørvi. Tú kemur at starvast saman við umleið 30 eldhugaðum starvsfelagum á skrivstovu okkara í Kopargøtu 1 í Tórshavn.

 

Setanarviðurskifti

Tú verður lønt/ur eftir sáttmála millum LÍV og YTF. Byrjunarlønin er í løtuni 17.913 kr. umframt eftirløn. Á LÍV er full arbeiðsvika 35 tímar, umframt hálvan tíma døgurðasteðg. Góðar persónligar tryggingar er ein partur av setanini.

 

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og lívsrensli skal sendast til starv@liv.fo í seinasta lagi mánadagin 14. august.

Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú skriva til Brynhild Absalonsen, kundaleiðara, á brynhild@liv.fo ella ringja á 231122.

 

22. apríl 2024
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
22. apríl 2024
33 nýggjar íbúðir á Argjum
09. apríl 2024
Marknaðarkunning fyri mars 2024
04. apríl 2024
INNKALLING - til eykaaðalfund í Umboðsráð­num LÍV (Ognarfelagið LÍV)
04. apríl 2024
INNKALLING - til ársaðalfund í Umboðsráð­num LÍV (Ognarfelagið LÍV)
18. mars 2024
Marknaðarkunning fyri februar 2024
12. mars 2024
30 og 10 ára starvsdagar á LÍV
30. januar 2024
Tíðindarskriv frá Tryggingareftirlitinum
Sí fleiri