Tíðindaskriv og kunning

P/F Fakfelag hevur keypt LÍV

31. august 2023

P/F Fakfelag hevur í dag keypt ognarlutin frá Landsstýri í LÍV, talan var um 16,67%. Frammanundan átti P/F Fakfelag 33,33%. Sostatt eigur P/F Fakfelag nú 50% og Ognarfelagið LÍV eigur 50% í P/F Tryggingarfelagið LÍV.

Á almennari móttøku í hølunum hjá Starvsfelagnum, varð keypsavtalan undirskrivað.

1. juni í 2016 vóru ognarviðurskiftini skipaði av nýggjum í LÍV. Ognarfelagið LÍV, umboðandi tryggingartakaran, fekk tillutað 50% av partapeninginum, samstundis sum P/F Fakfelag keypti 33,33% av partapeninginum. 16,67% av partapeninginum var framhaldandi ogn hjá landinum.

P/F Fakfelag hevði í einum tíðarskeiði upp til 10 ár, frá 1. september at rokna, rætt til at keypa ognarlutin, sum Føroya Landsstýri átti í felagnum, soleiðis at samlaði ognarluturin fór at gerast 50% av felagnum.

“Vit í P/F Fakfelag fegnast um, at trý ár áðrenn freistina, hevur tað eydnast okkum at keypa ognarlutin frá Føroya Landsstýri”, sigur Pætur Niclasen nevndarlimur og talsmaður fyri P/F Fakfelag.  

Við søluni av LÍV er tað kundin, sum eigur LÍV Samtakið umvegis Ognarfelagið LÍV og P/F Fakfelag. Samhaldsfasta skipanin hjá LÍV sæst aftur í lækkandi umsitingargjaldi, tá kundarnir standa saman um felagið. 1. januar 2023 lækkaði fasta árliga umsitingargjaldið frá kr. 300 til kr. 180, meðan leypandi umsitingargjaldið av inngjaldinum lækkaði frá 5% til 4%.

 

Í P/F Fakfelag eru 21 fakfeløg, tey eru: Arktitektafelag Føroya, Bioanalytikarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Felagið Føroyskir Radiografar, Føroya Byggifrøðingafelag, Føroya Handverkarafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Føroya Verkfrøðingafelag, Fysioterapeutfelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Heilsuhjálparfelag Føroya, Heilsurøktarfelagið, Kost- og Føðslufelag Føroya, Ljósmøðrarfelag Føroya, Maskinmeistarafelagið, Musikklærarafelag Føroya, Samverk, Starvsfelagið og Yrkisfelagið Miðnám.


22. apríl 2024
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
22. apríl 2024
33 nýggjar íbúðir á Argjum
09. apríl 2024
Marknaðarkunning fyri mars 2024
04. apríl 2024
INNKALLING - til eykaaðalfund í Umboðsráð­num LÍV (Ognarfelagið LÍV)
04. apríl 2024
INNKALLING - til ársaðalfund í Umboðsráð­num LÍV (Ognarfelagið LÍV)
18. mars 2024
Marknaðarkunning fyri februar 2024
12. mars 2024
30 og 10 ára starvsdagar á LÍV
30. januar 2024
Tíðindarskriv frá Tryggingareftirlitinum
Sí fleiri