Tíðindaskriv og kunning
Tað er vorðið enn bíligari at vera kundi í LÍV
11. januar 2024

Vit hava enn einaferð megnað at seta umsitingarkostnaðin hjá tær niður.
LÍV hevur seinastu fimm árini gjørt munandi íløgur í nútímansgerð av KT-skipanum, kundaportali og optimering av arbeiðsgongdum. Íløgurnar og umleggingarnar hava eydnast væl og hava seinastu árini bøtt munandi um rakstrarkostnaðirnar av felagnum.
Talan hevur verið um eina drúgva tilgongd, men talan er eisini um eina áhaldandi menning av skipanum, kundaportali og optimering av arbeiðsgongdum, sum kundin fær ágóðan av.
Við miðvísum arbeiði hava vit megnað at lækkað umsitingarkostnaðin enn og meir.
Umsitingarkostnaðurin av inngjøldum er nú lækkaður úr 4 prosent niður í 3 prosent og fasti árligi kostnaðurin er lækkaður úr 180 krónum niður í 150 krónur.
Alt gera vit, so tú kanst hugsavna teg um títt LÍV.
17. mars 2025
Marknaðarkunning fyri februar 2025
05. mars 2025
Ert tú innanhýsis grannskoðari okkara?
20. februar 2025
LÍV og Norðoyra Sparikassi flyta inn í nýggjan bygning í summar
14. februar 2025
Marknaðarkunning fyri januar 2025
17. januar 2025
Marknaðarkunning fyri desember 2024
16. januar 2025
Tað er vorðið ENN bíligari at vera kundi í LÍV
17. desember 2024
Marknaðarkunning fyri november 2024
11. desember 2024